placeholder
Hondbóltur

Lagt verður fyri sunnudagin við Lionsbikarinum

Hondbóltskappingarárið verður alment skotið í gongd við tveimum dystum í Hoyvíkshøllini í vikuskiftinum, har kvinnurnar hjá H71 taka ímóti Kyndli og menninir spæla móti KÍF. Landskappingarnar fara í gongd 10. september.

Kyndil vann á H71 í steypafinaluni. Hoyvíkskvinnur gjørdist føroyameistarar, og harvið hittast liðini í dystinum um Lionsbikarið sunnudagin (Mynd: Jens Kr. Vang)

Kyndil vann á H71 í steypafinaluni. Hoyvíkskvinnur gjørdist føroyameistarar, og harvið hittast liðini í dystinum um Lionsbikarið sunnudagin (Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-09-01 15:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vit eru nú farin inn í september, og tað merkir millum, at hondbólturin av álvara fer í gongd aftur.

Heilt stóra føroyska hondbóltssøgan í dag er, at Elias Ellefsen á Skipagøtu skiftir til eitt av størstu hondbóltsfeløgunum í heiminum, THW Kiel, næsta ár. Tað verður á gamla heimavøllinum hjá hoyvíkinginum, at starkskotið til føroyska hondbóltskappingarárið 2022/2023 verður sunnudagin.

Les eisini: Kiel váttar sáttmálan við Elias

Sum vant, er hett startskotið teir báðir dystirnir um Lionsbikarið hjá kvinnum og monnum. Hetta skrivar Hondbóltssamabandið á heimasíðu sínari: 

- Hjá kvinnum verður talan um eina endurtøku av steypafinaluni, tí har hittast føroyameistararnir úr H71 og steypavinnararnir úr Kyndli. Og hjá monnum verður talan um endurtøku av FM-finalunum, tí har hittast H71, ið vann greipuna, og KÍF, ið vann silvur í FM-kappingini.

Dysturin hjá kvinnum byrjar klokkan 16 og tann hjá monnum klokkan 18. Hesaferð verður tað áhugafelagið, Hoyr, ið fær ágóðan frá dystunum um Lionsbikarið og eisini frá stórsteypadystunum, ið verða spældir til várs.

Les meira: Kappingin byrjar við Lionsbikarinum

Tað er leygardagin 10. september, at landskappingarnar byrja aftur. Tá verða tríggir dystir leiktir: 

[object Object]
Skráin sunnudagin 4. september og leygardagin 10. september (Mynd: hsf.fo)

Liðini eru í gongd við seinastu fyrireikingarnar, og ymiskir venjingardystir eru á skránni. Í kvøld spæla millum annað Team Klaksvík og KÍF í Badmintonhøllini í Klaksvík. Nakrar broytingar eru á báðum liðunum, í mun til í fjør. Heimasíðan trok.fo hevur eitt yvirlit yvir leikaraflytingar í Burn-deildini og eitt yvirlit yvir leikaraflytingar í SMS-deildini




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder