Annað

Lea og Líggjas ársins svimjarar 2025

Lea Osbjerg Højsted og Líggjas Joensen gjørdust, eins og í fjør, ársins svimjarar í 2025.

(Savnsmynd: Svimjing.com)

(Savnsmynd: Svimjing.com)

2025-11-17 16:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Íðkaranevnd ÍSF skipaði fyrradagin fyri ársins gallaveitslu á Hotel Norð á Viðareiði, har millum annað ársins heiðrar 2025 vórðu kunngjørdir.

Afturvendandi eru ársins svimjarar og ársins stjørnuskot, og afturat teimum høvdu íðkaranevndin skipað fyri eini røð av heiðrum afturat, skrivar Svimjisamband Føroya.

Ársins svimjarar hjá kvinnum og monnum gjørdust ávikavist Lea Osbjerg Højsted og Líggjas Joensen. Lea og Líggjas, sum bæði eru úr svimjifelagnum Ægir, fingu eisini hendan heiðurin í fjør.

Ársins stjørnuskot gjørdust Sissal Rógvadóttir úr SuSvim og Óli Mikkelsen úr Havanr Svimjifelag.

Umframt hetta vórðu hesir heiðrar kunngjørdir:

  • Ársins endaspurtur: Líggjas Joensen (2008, Ægir)
  • Ársins come-back: Andrass Thomsen (1980, HS)
  • Ársins hæddarlop: Tórir Olsen (2011, Ægir)
  • Ársins sjálvbodni: H. Rúni Gaardbo
  • Ársins felag: Hellufossur
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder