Hondbóltur

Liðleiðarnir halda skil á landsliðunum

Øll landsliðini hjá HSF hava ein liðleiðara tilknýttan, sum tryggjar at venjingar, kappingar og virksemi kring liðini sum heild gongur smidliga.

2023-01-27 16:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Leikluturin sum liðleiðari er sentralur á einum ítróttaliðið, og hava tey sum eru í hesum leiklutum ein stóran praktiskan og mentalan týdning.

Hondbóltssamband Føroya hevur í stuttari grein "heiðrað" sínum liðleiðarum, sum gera eitt so stórt arbeiði fyri at landsliðsarbeiðið koyrir eftir ætlan. Øll landsliðini hjá HSF hava ein liðleiðara tilknýttan, sum tryggjar at venjingar, kappingar og virksemi kring liðini sum heild gongur smidliga.

- Liðleiðararnir eru við til venjingar, dystir og ferðir uttanlands. Hesi virka sum ferðaleiðarar, syrgja fyri innkeypi og halda skil á, at røttu klæðini og rætta útgerðin er til taks til dystir og venjingar.

Liðleiðarar hjá teimum sjey ymisku landsliðunum/árgangunum í løtuni eru:
Inga Dahl, A-landsliðið kvinnur
Jóngerð Nielsen, A-landsliðið menn
Leif Kristoffersen, U02 menn
Ann-Mari Wang, U04 kvinnur
Rani Ellingsgaard, U04 menn
Angilie Joensen, U06 kvinnur
Høgni Vilhelmsen, U06 menn

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder