Fótbóltur

Lionel Messi sett met í Barcelona

Argentinin er mest vinnandi leikari í søgu felagsins.

Mynd: BBC

Mynd: BBC

2018-08-13 16:32 Author image
Ari av Rana
placeholder

Argentinski stjørnuleikarin í Barcelona setti í gjár met, tá Barcelona vann sponsku Super Cup. Við sigrinum í gjár gjørdist Messi mest vinnandi leikarin í søgu felagsins.

Tá dómarin bríkslaði dystin í gjár av, var hetta steyp nummar 33, sum Lionel Messi hevur vunnið við Barcelona. Og við hesum fór hann eitt framum Andres Iniesta, sum vann 32 steyp fyri katalanska stórfelagið. Andres Iniesta skiftið í summar til Vissel Kobe í Japan.

Barcelona vann dystin í gjár 2-1 á Sevilla. Sevilla legði seg á odda við máli frá Pablo Sarabia, men Gerard Pique og Ousmane Dembele vendu støðuni. Í síðsta minutti bjargaði Marc-Andre ter Stegen í Barcelona málinum brotssparki, og harvið vunnu Barcelona.

Mest vinnandi leikararnir í Barcelona eru Lionel Messi við 33 steypum, Andres Iniesta við 32, Gerard Pique og Sergio Busquets við 28 og Xavi við 25 steypum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder