Annað

Lítil spenningur í oddadystinum

Belgia vann 1-0 í einum keðiligum dysti.

Adnan Januzaj skoraði einsamalla málið (Mynd: EPA)

Adnan Januzaj skoraði einsamalla málið (Mynd: EPA)

2018-06-28 20:53 Author image
Ari av Rana
placeholder

Oddadysturin í Bólki G, sum endaði fyri lítlari løtu síðani, hevði lítið og einki at siga. Ongland og Belgia høvdu bæði 6 stig eftir tveimum dystum, og høvdu bæði liðini longu tryggjað sær víðari luttøku í kappingini.

Tað kom bert eitt mál í dystinum. Fyrrverandi Manchester United leikarin Adnan Januzaj vísti skjótar føtur, tá hann fintaði seg til málstøðueftir 51 minuttir. Við hegnisligum skoti skrúvaði hann bóltin upp í handara horn. Enski málmaðurin Jordan Pickford var í fullari longd, men fekk einki gjørt við skotið.

Ongland hevði sín besta møguleika, tá Manchester United framherjin Marcus Rashford gjørdist leysur framman fyri belgiska málið. Rashford hevði møguleika at spæla bóltin yvirum til ein frían viðleikara, men valdi heldur at royna sjálvur. Hann sá tryggur út, men bólturin sníkti seg framum belgiska málverjan og málið sjálvt.

Við sigrinum vann Belgia allar sínar dystir og endaði fremst í bólkinum við níggju stigum. Ongland endaði á øðrum plássi við seks stigum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder