Fótbóltur

Magne Hoseth nýggjur B36-venjari

Fyrrverandi KÍ-venjarin tekur við sum høvuðsvenjari í B36 beinanvegin.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-06-06 18:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað verður eitt kent andlit, sum skal fáa tingini at rigga í B36 tað, sum er eftir av hesum kappingarárinum.

B36 kunnger í kvøld, at Magne Hoseth er settur sum nýggjur høvuðsvenjari hjá felagnum, og norðmaðurin tekur við starvinum beinanvegin.

43 ára gamli Magne Hoseth var venjari í KÍ í fjør við søguliga góðum úrslitum. Í vetur flutti hann til Lyngby, har samstarvsavbjóðingar elvdu til, at hann bara fekk tveir dystir í donsku superliguni.

Hoseth sigur seg vera takksaman fyri at fáa møguleikan í B36, og samstundis at sleppa aftur til Føroya.

- Tað er eingin ivi um, at hetta er ein gávuríkur spælarahópur við stórum potentiali. Eg havi sum heild eina sera góða fatan av felagnum, ið eisini hevur lagt eina ambitiøsa ætlan fyri framtíðina. Í Føroyum og B36 sleppi eg at arbeiða við trúgvum fólki við teimum røttu virðunum, og tað hevur stóran týdning fyri meg, sigur hann við heimasíðuna hjá B36.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Sáttmálin galdandi restina av árinum
Marita Debess Magnussen, forkvinna í B36, sigur tað vera umráðandi, at nýggi høvuðsvenjarin, sum tekur yvir so brádliga, kennir umstøðurnar og mentanina í Føroyum.

- Magne hevur góðan kunnleika til føroyskan fótbólt, og hann veit, hvat krevst fyri at fara út í Evropa við einum føroyskum spælarahópi. Hoseth kemur eisini við nógvari orku og fjølbroyttum royndum sum venjari og spælari, sigur hon.

Lukas Enevoldsen, sum hevur verið hjálparvenjari í ár, heldur fram við sínum uppgávum.

Avtalan millum B36 og Magne Hoseth er galdandi fyri hetta kappingarárið. Eftir kappingarenda verður støða tikin til, um partarnir skulu halda fram við samstarvinum.

Fyrsti dysturin við Magne Hoseth á síðulinjuni verður leygardagin 15. juni. Tá fær B36 vitjan av B68 í landskappingini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder