Fótbóltur

Magnus Powell mest sannlíkt nýggjur KÍ-venjari

Hetta vita fleiri keldur hjá Portalinum at siga. Sviin var venjari hjá 07 Vestur í 2021, fór úr sínum starvi í Svøríki 12. september og kemur aftur til Føroya í vikuni.

Magnus Powell fekk góð úrslit teir fimm mánaðirnar, sum hann var í 07 Vestur. Sìðani keypti eitt svenskt felag mannin, sum eisini hevur verið høvuðsvenjari í næstbestu norsku deildini

Magnus Powell fekk góð úrslit teir fimm mánaðirnar, sum hann var í 07 Vestur. Sìðani keypti eitt svenskt felag mannin, sum eisini hevur verið høvuðsvenjari í næstbestu norsku deildini

2024-10-01 10:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ hevur verið í sambandi við svian seinastu tíðina og kemur hann til Føroyar um vikuskifti - helst fyri at fáa tað seinasta uppá pláss og skriva undir sáttmála.

Hetta hevur Portalurin frætt frá fleiri álítandi keldum fyrrapartin.

49-ára gamli sviin hevur, síðani hann fór úr 07 Vestur fyrst í 2022, verið venjari hjá Östersunds í næstbestu svensku deildini. Hann fór úr hesum starvi 12. september. Magnus Powell valdi sjálvur at fara úr starvinum, sambært heimasíðu felagsins.

Tað hevur ikki gingist so væl hjá Östersunds í ár, men í fjør endaði liðið á 5. plássi. 

Nógvar gitingar hava verið um nýggja høvuðsvenjaran hjá KÍ í seinastuni. Millum annað hevur verið nevnt, at talan er um ein, ið áður hevur verið í føroyskum fótbólti, og tað helst er ein skandinavi.

Glenn Ståhl var frammi, men tað avsannaði sviin sjálvur - nú bendir tað mesta á, at tað er ein annar svii, sum hevur hevur verið í Føroyum fyri nøkrum árum síðani.

KÍ kunngjørdi í gjárkvøldið tað, sum hevur verið mestsum almenn vitan í eina tíð: At Espen Haug fer heim. Spurningurin er so, um avloysarin kemur endaliga uppá pláss hesa vikuna - Portalurin fekk í seinastu viku at vita, at nýggi skiparin í Klaksvík so gott sum er uppá pláss.

Sí eisini: Haug her heim

Dagført: 11.17

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder