Fótbóltur

Maresca skal standa á odda fyri Chelsea

Chelsea hevur keypt italiumannin leysan úr sáttmálanum hann hevði við nýuppflutta Premier League felagið Leicester City.

Enzo Maresca leiddi Leicester City til sigurs í EFL Championship í júst farna kappingarári (Mynd: EPA)

Enzo Maresca leiddi Leicester City til sigurs í EFL Championship í júst farna kappingarári (Mynd: EPA)

2024-06-03 16:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Italski venjarin, Enzo Maresca, avloysir nú Mauricio Pochettino, sum manager í enska stórfelagnum Chelsea.

Enzo Maresca gjørdist fyri einum ári síðani manager í Leicester City som, og tað gekk so mikið væl, at Leicester í farna mánaði spældi seg upp aftur í bestu deildina í Onglandi, Premier League.

44 ára gamli Maresca hevði tvey ár eftir av sáttmálanum við Leicester, men Chelsea hevur nú keypt hann leysan av sáttmálanum.

- At koma til Chelsea, ein av størstu feløgunum í heiminum, er ein dreymur fyri allar venjarar. Tí eru eg ovurfegin fyri at hava fingið henda møguleikan, sigur Maresca í sambandi við skiftið.

Pochettino og Chelsea gjørdust samd um at støðga samstarvið stutt eftir kappingarlok, har Chelsea endaði á sætta plássi, sum gevur atgongd til Conference Leauge í ár.

Maresca hevur fyrr verið hjálparvenjari í Ascoli, Parma og Manchester City.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder