Fótbóltur

Mikkjal verður verandi í KÍ

Norska felagið Øygården hevur bjóðað Mikkjal Thomassen starv sum høvuðsvenjari, men nú er greitt, at meistaravenjarin hevur sagt nei til tilboðið. Um orsøkina sigur hann m.a. við Portalin, at tað var stóra ynski frá KÍ og fólkunum rundanum, at hann skuldi halda fram, ið vigaði nógv í avgerð hansara.

Mikkjal Thomassen verður her fagnaður, eftir FM er komið í hús. Eftir umhugsunartíð um tilboðið úr Noreg, hevur venjarin gjørt av at halda fram í KÍ (Mynd: Jens Kr. Vang)

Mikkjal Thomassen verður her fagnaður, eftir FM er komið í hús. Eftir umhugsunartíð um tilboðið úr Noreg, hevur venjarin gjørt av at halda fram í KÍ (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-12-16 21:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í fyrstu viku í desember skrivaði norski miðilin ba.no, Bergenavisen, at Mikkjal Thomassen hevði fingið bjóðað starvið sum høvuðsvenjari í Øygården. Talan er um eitt nýtt samansett felag við heimstaðið tætt við Bergen, ið yvirtekur loyvi hjá Nest-Sotra og skal spæla í næstbestu norsku deildini komandi ár.

43-ára gamli venjarin hjá KÍ varð útvaldur sum maðurin, ið felagið ynksti skuldi standa við brúnna. Mikkjal Thomassen váttaði fyri føroyskum miðlum, at hann hevði fingið tilboðið og umhugsaði tað. Mikkjal gjørdi eisini greitt, at nevndin í KÍ var kunnað um støðuna, og at hann eisini hevði samskift við hana um, hvussu projektið í Klaksvík møguliga kundi byggjast víðari.

Nú er greitt, at Mikkjal hevur valt at halda fram hjá føroyameistarunum. Ba.no skrivar, at Mikkjal Thomassen hevur takkað nei til tilboðið. Við Portalin sigur Mikkjal, at fleiri faktorar spældi inn í avgerðini; m.a. tann stuðulin hann merkti rundan um seg og ynski um, at hann helt fram í KÍ: 

- Eg havi áður fingið nakrar fyrispurningar, men nú lá eitt ítøkiligt tilboð á borðinum, ið eg skuldi taka støðu til, og tað var spennandi. Eg vigaði møguleikarnar, og kom fram til at av ymsum orsøkum er tað besta at halda fram í KÍ, sum eg havi sáttmála við fyri komandi ár.

- Eg havi merkt eitt ynski frá felagnum um, at vit skulu halda fram við samstarvinum longur enn 2020, og tað skulu vit so til at tosa nærri um. Tað hevur verið fløvandi og gleðiligt at merkt stóra ynski frá felagnum og so nógvum rundanum, um at eg skal verða verandi, og tað hevur avgjørt gjørt mun í avgerðini. 

Mikkjal Thomassen tók við sum KÍ-venjari undan kappingarbyrjan í 2015, og hevur harvið verið venjari í felagnum í fimm kappingarár, ið er óvanliga leingi í føroyskum fótbólti. Í 2016 vann KÍ steypakappingina, í 2018 kom liðið á fyrsta sinni víðari í Evropa, fyrr í ár kom KÍ eitt fet víðari í Europa League, og kappingarárið endaði við, at klaksvíkingar fyri fyrstu ferð í tjúgu ár lyftu FM-steypið í Gundadali.

Mikkjal váttar fyri Portalinum, at hópurin hjá KÍ til komandi ár ikki er heilt endaligur enn. Leitað verður eftir stryki til miðvøllin.

Les eisini: Hevði allatíðina eitt ynski um at halda fram í KÍ

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder