placeholder
Kappróður

Møguliga kappróður kortini

Róðrarsambandið, sum mánakvøldið annars avlýsti allan kappróður í summar, umhugsar støðuna.

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-04-22 19:16 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Koronaráðgevingin metti at ov stórur smittuvandi var at skipa fyri kappróðri í summar, og Róðrarsamband Føroya valdi tí at avlýsa.

Nú hálsar Róðrarsambandið um, og letur upp fyri, at kappróður kortini verður í summar.

- Út frá tí, sum varð sagt í gjár og hevur verið frammi, so haldi eg at møguleikin fyri, at kappróðurin kann byrja spakuliga sær góður út, sigur Annika Dalsgarð, forkvinna í RSF, við útvarpið í kvøld.

Nú er róðrarsambandið at tosa við feløgini um hvussu smittuvandin kann minkast.

- Mánadagin fingu vit greitt tilmæli frá koronaráðgevingini og heilsumyndugleikanum sum er knýttur at, sum mælti okkum til at avlýsa. Men í gjár kom politiski myndugleikin á banan, og vil hava okkum spakuliga í gongd, hóast smittuvandan. Og tað er har vit eru nú, sigur Annika Dalsgarð við Kringvarpið.

Fyrsti FM-róðurin í árinum er vanliga á Norðoyastevnu sum í ár er 6. juni men enn er ov tíðliga at siga um tað verður byrjað tá.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder