Fótbóltur

Myndir: Eitt stig í part á Svangaskarði

Høvdu ætlað sær meira, men tað gjørdist javnt 1-1 millum B68 og EB/Streym. Sí myndir av Svangaskarði seinnapartin.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-09-10 18:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Bæði liðini høvdu ætlað sær meira. B68 er í hørðum botnstríði og liggur til niðurflyting og EB/Streymur stríðist við B36 um evropamilliónirnar sum fjórða pláss gevur.

Liðini brustu seinnapartin saman á Svangaskarði á Toftum, og tað gjørdist spennandi. Heimaliðið legði seg á odda eftir 25. minuttir við máli frá Boubacar Sidik Dabo. Beint eftir steðgin javnaði Bogi Reinert Petersen fyri EB/Streym, men fleiri mál komu ikki.

EB/Streymur hevði tvey skot á tvørtræið, men inn fór bólturin ikki.

Eitt stig í part til EB/Streym og B68. 

B68 - EB/Streymur 1-1 (1-0)
25’ Boubacar Sidik Dabo 1-0
47’ Bogi Reinert Petersen 1-1

Dystir í morgin

AB - B36 (15:00)
Víkingur - KÍ (15:00)
07 Vestur - HB (15:00)
Skála - NSÍ (18:00)

Støðan Betri deildin menn

1. KÍ 59 stig
2. Víkingur 50 stig
3. HB 43 stig
4. B36 33 stig
5. EB/Streymur 31 stig*
6. 07 Vestur 22 stig
7. AB 20 stig
8. NSÍ 19 stig
9. B68 18 stig*
10. Skála 8 stig

*Ein dyst fleiri


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder