Fótbóltur

Myndir: FM-steypið næstan í hús

Víkingur skal seta stig til í morgin móti HB, so hava klaksvíkingar vunnið føroyameistaraheitið. Sí myndir úr Djúpumýru í kvøld.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-09-17 00:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Klaksvíkingar gjørdu sítt til, at FM-heitið kann verða avgjørt áðrenn landsliðssteðgin.

Við 3-0 sigri móti B68 í kvøld er KÍ fimtan stig fremst, og fær Víkingur ikki fulla úrtøku í morgin, er alt avgjørt. So hevur KÍ vunnið FM annað árið á rað.

Tað var annars eitt tendrað B68 lið, sum kom til Klaksvíkar at spæla í kvøld, og vístu fínt spæl til tíðir. Hetta rakk tó ikki til nakað mál.

Sí myndir frá dystinum niðast í greinini.

KÍ - B68 3-0 (1-0)
29’ Páll Andrasson Klettskarð 1-0
85’ Páll Andrasson Klettskarð 2-0
90’ Jóannes Bjartalíð 3-0

B36 - Skála 5-0 (3-0)
25’ Rasmus Nissen 1-0
31’ Rasmus Nissen 2-0
36’ Michal Przybylski 3-0
52’ Hannes Agnarsson 4-0
82’ Brian Jacobsen 5-0

Støðan Betri deildin menn

1. KÍ 65 stig
2. Víkingur 50 stig
3. HB 46 stig
4. B36 33 stig
5. EB/Streymur 31 stig
6. 07 Vestur 22 stig
7. B68 21 stig
8. NSÍ 20 stig
9. AB 20 stig
10. Skála 9 stig

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder