Hondbóltur

Myndir: Føroyingar til Final Four

Familja hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og fleiri onnur úr Føroyum eru til stóru dystirnar í Köln um vikuskiftið.

Yngsti beiggin hjá Eliasi, Boas á Skipagøtu, skuldi eisini uppá mynd hjá EHF (Mynd: Høgni Pætursson)

Yngsti beiggin hjá Eliasi, Boas á Skipagøtu, skuldi eisini uppá mynd hjá EHF (Mynd: Høgni Pætursson)

2024-06-09 12:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Köln, Týskland (Portalurin): Nógvir føroyingar búgva og ganga framvið Rhein-ánni hesar dagarnar.

Tað er vakurt miðskeiðis í fjórðstørsta býnum í Týsklandi, har sólin eisini er nógv frammi.

Tað var meira dapurt í høllini í gjár fyri THW Kiel og føroyingin Elias Ellefsen á Skipagøtu. Tað endaði við stórtapi, fyrstu ferð ein føroyingur spældi ein Final Four-dyst í Champions League-dyst.

Sí eisini:  
Barcelona setti Kiel so dyggiliga uppá pláss
Elias: Einki hongur saman hjá okkum
Video: Hæddarpunktini frá stórtapinum hjá Kiel

Kiel kann reisa seg aftur í bronsudystinum klokkan 14, og føroyingar nærkast nú aftur stóru høllini, sum er hinumegin ánna frá gistingarhúsunum. Á trimum ymiskum gistingarhúsum munnu vera í hvssu so er umleið 40 føroyingar búgva hesar dagarnar.

Talan er um millum annað tætta familju hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, sum um eina løtu skal á hallargólvið aftur. Føroyingar sleppa eisini at síggja spenanndi finalu millum Aalborg og Barcelona klokkan 17.

Final Four
Í dag, sunnudagin 9. juni, í Lanxess Arena
Bronsudystur (14.00): THW Kiel - Magdeburg
Finala (17.00): Aalborg - Barcelona

Lagið er lætt, hóast dagurin í gjár ikki gekst sum ætlað. Niðanfyri síggjast nakrar myndir, sum Høgni Pætursson tók í samband við dystin í gjár og túrin til høllina. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder