Oyggjaleikir 2023

Myndir: Frælsar ítróttir í gjár

Vónbrot hjá kvinnunum, sum royndu seg í longdarlopi.

Elisabeth Holm Simonsen í longdarlopi

Elisabeth Holm Simonsen í longdarlopi

2023-07-13 11:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Gleðin var stór og føroyingar ernir, tá tað eydnaðist bæði Eira Jógvansson Glerfoss og Jónas Gunnleivsson Isaksen at vinna gullheiðursmerki í ávikavist longdarlopi og 200 metra renning.

Størst dramatikkur var, tá Eiri Glerfoss mátti gevast í fjórða lopi orsaka einum skaða, ið sprakk upp í baklærinum. Ivasamt er hvussu verður við hansara víðari luttøku. Hann hevur m.a. 4 ferðir 100 metrar eftir at renna.

SÍ eisini:

Eiri Glerfoss gull í longdarlopi

Video: Glaður fyri gull, men hevði ætlað sær longri lop

Jónas vann suverent – men veit ikki hvussu skjótt hann rann

Video: Kom eftir gulli á 200 og 400 metrum – og tað eydnaðist

Men tað vóru eisini vónbrot á leikvøllinum fyri frælsar ítróttir á Guernsey, kallaður Footes Lane.

Í longdarlopi hjá kvinnum vóru vónir til fleiri heiðursmerki. Tvær føroyskar kvinnur vóru við. Systir Eira, Bára Jógvansdóttir Glerfoss og Elisabeth Holm Simonsen vóru við.

Tær byrjaðu báðar rímiliga væl. Bára leyp 5,16 metrar í fyrsta lopi, legði seg á odda, og var yvirhálað tá Elisabeth í sínum øðrum lopi – tað fyrsta miseydnaðist – leyp 5,32 metrar.

Elisabeth lá leingi á heiðursmerkjaplássi, men hóast tær royndu, so eydnaðist teimum ongantíð at berta hesi lopini.

Samstundis vórðu tær yvirhálaðar av øðrum atletum. Í seinasta umfari leyp Victoria Hancock av Guernsey eitt rimmar lop, 5,39 metrar, og legði seg á odda í kappingini og vann gull. Hon hevði annars ligið aftan fyri Elisabeth í øllum sínum fyrstu lopum. Elisabeth hevði eina roynd eftir at betra sína longd, men tað eydnaðist ikki, so Elisabeth endaði á fjórða plássi – ógvuliga vónbrotin, mest um set sjálva.

Katie le Rougetel av Jersey vann silvur, ein sentimetur styttri enn vinnarin, og Ashante Graham frá Caymanoyggjum vann bronsu.

Bára Glerfoss gjørdist nummar fimm.

Í 200 metra rennikappingini var Margit Weihe Frímundsdóttir við á innastu breyt. Hon var væl við í kappingini, men endaði sum nummar fimm í tíðini 25,68 sekund, hálvtannað sekund eftir vinnaran, Abi Galpin av Guernsey.

Endiliga var tað Lydia Poula Simonsen, sum mánadagin vann bronsu í spjótkasti. Mikukvøldið luttók hon í kappingini klingruvarp.

Her gekk ikki eins væl. Lydia kom út á 28,55 metrar í fyrsta varpi, og kom ongantíð longur. Shadine Duquemin av Jersey vann við einum varpi út á heili 49,34 metrar.

Jens Kr. Vang tók myndirnar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder