Hondbóltur

Nógvir føroyingar á all-star liðnum

Frásøgumenninir Tormóður P. Djurhuus og Scott Harrington hava sett saman all-star lið í Wenzel Nordic Cup. Íslendsku meistararnir eru best umboðaðir.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-08-17 18:36 Author image
Tormóður P. Djurhuus
placeholder

Eftir síðsta dystin í Wenzel Nordic Cup, har Valur vann 31-27 á H71, settu Tormóður P. Djurhuus og Scott Harrington saman eitt all-star lið.

[object Object]Scott Harington og Tormóður P. Djurhuus vóru frásøgumenn til stroymingarnar av dystunum í Wenzel Nordic Cup 2026

Øll fýra luttakandi lið vóru umboðaði á all-star liðinum, men vóru tað íslendsku meistararnir, sum vórðu best umboðaðir, við heili trimum leikarum. Afturat all-star liðinum vóru besti verjuleikarin, besti ungi spælarin og besti leikarin í kappingini, ofta nevndur MVP, eisini valdir.

Kiel og H71 leiktu ein dyst minni enn Valur og GOG, orsaka av seinkingum í flogferðsluni, so onkrir leikarar høvdu fleiri dystir enn aðrir, sum kann hava ávirka. Samstundis ásannaðu frásøgumenninir báðir, at sunnudagsdystirnir nokk vigaðu eitt sindur meira enn hinir, orsakað av, at teir sótu so frískir í minninum.

Her eru útvaldu leikararnir:

[object Object]

Málverji: Björgvin Páll Gústavsson, Valur


[object Object]

Strikuspælari: Helgi Hildarson Hoydal, H71


[object Object]

Vinstri vongur: William Dalby, GOG


[object Object]

Vinstri bakkur: Bjarni í Selvindi, Valur


[object Object]

Spælskipari: Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel


[object Object]

Høgri bakkur: Hjalte Lykke, GOG


[object Object]

Høgri vongur, Allan Norðberg, Valur


[object Object]

Verjuleikari: Veron Nacinovic, THW Kiel


[object Object]

Ungi leikari: Boas Ellefsen á Skipagøtu, H71


[object Object]

Besti leikari í kappingini (MVP): Óli Mittún, GOG

--

Á onkrum plássum vóru fleiri um boðið. Serliga er tað helst áhugavert, at viðmerkjararnir valdu Manuel Zehnder frá, eftir, at GOG leikarin gjørdist mest skorandi leikarin í kappingini. Viðmerkjararnir mettu tó, at Bjarni í Selvindi átti ein somikið stóran leiklut fyri Valur, gjøgnum mál úr opnum spæli, upplegg og trektar útvísingar, at tað trumfaði Zehnder, sum skeyt nærum helmingin av sínum málum uppá brotskøst.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder