Hondbóltur

Noyddust at taka til takkar við javnleiki eftir gysara í Montenegro

Føroyar vóru aftanfyri við tveimum málum, tá sjey minuttir vóru eftir, men á odda við einum og við bóltinum tá 90 sekund vóru eftir. Menninir eru á EM-kós eftir tvey tey fyrstu umførini, men nógv arbeiði skal gerast í mars og apríl.

2026-11-08 19:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Podgorica, Montenegro (Portalurin): Tað var aftur og fram, fram og aftur og munurin var ongantíð størri enn tvey mál, tá manslandsliðini hjá Føroyum og Montenegro spældu í 2. umfari í undankappingini til EM 2028.

Tað endaði tó við, at eingin vann gysaran í Podgoricia - og so er spurningurin, hvør kann brúka stigið til meira.

Sí hagtøl her

Montenegro vísti nakað heilt annað, enn tá liðini hittust í EM-endaspælinum. Føroyar fingu ikki tálmað Branko Vujovic í 1. hálvleiki, og so var tað Nebojsa Simic: Stóri Melsungen-málverjin var ikki við í Oslo, og hann bjargaði tíggju skotum - so at siga allar bjargingarnar vóru stórbjargingar.

Hetta var eisini tí, at Føroyar spældu seg til yvir 40 stórar møguleikar. Í álopsspælinum var ikki so nógv at seta fingurin á. Toppskjúttin Elias Ellefsen á Skipagøtu var framúrskarandi út á dystin og serliga seinastu tíggju minuttirnar, har nummar 71 tók risa ábyrgd.

Óli Mittún var flúgvandi í løtum, Hákun West av Teigum og Teis Horn Rasmussen skoraðu nógv góð mál, Bjarni í Selvindi kom inn við tveimum sannførandi, og so var tað Vilhelm Poulsen: Sjey mál, harav ein flúgvara, eitt dreymahøgg tá armurin var uppi og nøkur frek mál inn móti Simic. Umframt hetta tók nummar 25 sum vant stóra ábyrgd í verjuni.

[object Object]
Vilhelm Poulsen og Elias Ellefsen á Skipagøtu vístu høgt stig í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyar vardu betri í 2. hálvleiki. Aleksandar Sasha Lacok kom inn við tveimum bjargingum, og síðani kom Pauli Jacobsen inn og hevði nakrar sera týðandi. Liðformaðurin endaði á ellivu - hann hevði eini 2-3, sum burdu verið komnar afturat.

Montenegro vísti treiskni og var á odda við tveimum málum, tá tað vóru beint undir sjey minuttir vóru eftir. Men Skipagøtu, Pauli Jacobsen og nógvar góðar atgerðir tryggjaðu, at Føroyar burdu vunnið, tá alt kom til alt.

Tað var 34-33, tá Óli Mittún breyt ígjøgnum, skeyt meðan hann enn var hildin, og bólturin fór framvið. Brotspark burdi verið dømt, men onkursvegna valdu sponsku dómararnir ikki at floyta. Síðani fekk Leivur Mortensen tunna útvísing, og so var júst ov stutt tíð at skora til 34-35. 

Eitt stig hvør, Føroyar framvegis í betri støðu enn Montenegro. Men um EM-pláss til 2028 skal koma í hús, skulu góð avrik og úrslit skulu til móti Ungarn í mars, umframt móti Kosovo og Montenegro í apríl.

Undankapping til EM 2028, bólkur 4

2. umfar, sunnudagin 8. november
Kosovo - Ungarn 20-34

Montenegro - Føroyar 34-34 (18-17)

1. Ungarn 4 stig
2. Føroyar 3 stig
--------------------------
3. Montenegro 1 stig 
4. Kosovo 0 stig *

* Bestu fýra trý'ararnir í undankappingini koma víðari til EM, umframt tvey tey ovastu

Føroyar spæla aftur 11. mars móti Ungarn við Tjarnir - tríggjar dagar verður tað í Budapest.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder