Fótbóltur

NSÍ eitt stig frá niðurflytingarstrikuni

B68 vann stórsigur móti Skála og samstundis tapti NSÍ móti EB/Streymi. Tað er nú bara eitt stig millum toftamenn og runavíkingar.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-08-07 18:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Trýst á NSÍ. Við 0-1 tapi móti EB/Streymi í dag er greitt, at bara eitt stig er til niðurflytingarstrikuna.

Tí samstundis sum EB/Streymur fór avstað við øllum við Løkin, vann B68 botndystin á Toftum vð stórsigri 7-2.

Skála sær við hesum út til at flyta niður, men enn eru ikki allar súður syftar. 

Í Havn var AB á vitjan hjá HB. Teir reyðu og svørtu tykjast at vera komnir fyri seg, og vunnu trygt 3-0.

NSÍ - EB/Streymur 0-1 (0-0)
71’ Gutti Dahl-Olsen 0-1

B68 - Skála 7-2 (3-2)
8’ Aidan Liu 1-0
20’ Mohamed Samba 2-0
26’ Uros Stojanov 2-1
37’ Kristian Martin Jakobsen 2-2
40’ Hjalti Strømsten 3-2
73’ Mohamed Samba 4-2
76’ Sebastian Lau Nielsen 5-2
78’ Hugin Samuelsen 6-2
84’ Hugin Samuelsen 7-2

HB - AB 3-0 (1-0)
24’ Hørður Askham 1-0
48’ Áki Debes Samuelsen 2-0
62’ Stefan Radosavljevic 3-0

Stigatalva Betri deildin menn

1. KÍ 46 stig (16 dystir)
2. Víkingur 40 stig (17 dystir)
3. HB 34 stig (17 dystir)
4. EB/Streymur 24 stig (17 dystir)
5. B36 22 stig (15 dystir)
6. 07 Vestur 18 stig (17 dystir)
7. AB 17 stig (17 dystir)
8. NSÍ 15 stig (17 dystir)
9. B68 14 stig (17 dystir)
10. Skála 8 stig (16 dystir)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder