
16. juni bresta Danmark og Føroyar saman aftur á hondbóltsvøllinum. A-landliðini hjá monnum eru á heilt ymiskum støði; hetta sást í Skjern í oktober, tá Føroyar høvdu "heimavøll". Danmark vann 35-17, og tríggar mánaðir seinni gjørdist danir heimsmeistari á heimavølli.
Um ein mánaða hevur Danmark heimavøll móti Føroyum. Seinasti undankappingardysturin hjá liðunum verður leiktur í Gigantium í Aalborg. Talan er um eitt stórt ítrottarøki, har ein stórhøll er. Til hondbóltsdystir er pláss fyri yvir 5.000 áskoðarum.
Føroyar spældu seinast ein frálíkan dyst móti Ukreina. Tað var í Royal Arena, har Ukreina vann 27-26.
Møguleiki er fyri at keypa atgongumerki á ticketmaster.dk. Á somu heimasíðu ber til at keypa til dystin Føroyar - Montenegro, ið verður í Farum tríggjar dagar áðrnn dystin móti Danmark.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald