Sunnudagin tapti KÍ 1-0 fyri B68 eftir eitt slakt avrik. Sum Norðlýsið skrivaði, var hetta aðru ferð í ár, at verandi greipuvinnarar taptu móti nummar 10 á heimavøli.
Fyrru ferð var 28. juni, tá táverandi botnliðið 07 Vestur vann 1-0 í Klaksvík. Hetta var fyrstu ferð, at 07 Vestur vann við Djúpumýru í bestu deildini og fyrsta tapið hjá Magnusi Powell í landskappingini - dagurin har liðformaðurin Jákup Biskopstø Andreasen fór skaddur av vølli. Men sjúkutekinini byrjaði nakað áðrenn hetta.
KÍ, sum var suverent partar av 2025 og ósigrað í Føroyum, hevði fleiri javnleikir enn sigrar fyrsta triðingin. Langtíðarskaðar vegna millum ovurnýtslu av spælarum og annað var at síggja, og mitt í trongari dystarskrá í summar misti KÍ í størri mun takið í oddasstríðnum, samstundis sum liðið fór úr trimum evropeiskum kappingum. Veruligur møguleiki var at tryggja deildarspælspláss í Litava og síðani Lettlandi, men glapp móti endanum av dystunum.
Eitt annað mál fyri árið, sum ikki eydnaðist, var steypakappingin. KÍ kom gamaní aftur í finaluna, eftir brotssparkskapping í Runavík, men á Tórsvølli vóru víkingarnir omaná.
Dagin eftir steðgaði samstarvið millum Magnus Powell og KÍ. Tað var longu greitt í juni, at partarnir skuldu skiljast í heyst, men hetta var framskundað eftir ringu gongdina.
Undir Fróða Benjaminsen hevur KÍ sjey stig í fýra dystum, har tað ikki er eydnast at vinna á Skála og B68 á heimavølli. Harvið er FM-møguleikin so at siga farin. Tað ber framvegis til at endurvinna, men so skal KÍ vinna báðar sínar dystir, samstundis sum NSÍ tapir sínar.
Í oddadystunum móti júst NSÍ er tað, í mun til í fjør, ikki eydnast teimum kongabláu at vinna (tríggir javnleikir), og samanalagt hevur talan verið um alt ov nógvir javnleikir og ov fáir sigrar hjá dýra hópinum: 13 sigrar í landskappingini er lægsta talið síðani 2015, liðið hevur 48 stig, og í øllum kappingum hevur KÍ vunnið undir helmingin av dystunum.
KÍ kann røkka 54 stigum, men líkamikið hvussu víkir og vendir næstu dagarnar, verður talið tað lægsta síðani 2018 (51). Og hetta verður vánaligasta árið hjá KÍ síðani tá, uttan so at føroyameistaraheitið á ógvuliga ósannlíkan hátt kemur í hús.
Í 2018 fór KÍ longu út í 1. umfari ´isteypakappingini, men kom eins og í ár einaferð víðari í Evropa. Einki steyp kom til høldar. Tað gjørdi tað heldur ikki í 2024. Men tá vann liðið særr 67 stig í landskappingini og kom eisini víðari móti liðið úr Luksemborg í 1. umfari í Champions League, fyri síðani verða sligið út tríggjar ferðir á rað.
Stolta felagið í Klaksvík hevur vunnið fimm FM-heiti á manssíðuni síðani 2019, Løgmanssteypið eina ferð og hevur verið í evropeiskum deildarspæli. Eitt ógvuliga flott tíðarskeið - men júst nú er flaggskipið í Norðoyggjum á veg av tindinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald