
Á býráðsfundi í kvøld fer Tórshavnar býráð at samtykkja pening til millum annað eina sleipiskíðlyft á Sornfelli.
Tað skrivar Gunvør Balle, varaborgarstjóri í Tórshavnar kommunu, á Facebook.
Hon sigur at leingi hevur verið ynskt, at kommunan stuðlar felagnum við einari sleipiskíðlyft, so lættari og høgligari verður at standa á skíð á Sornfelli.
- Hetta hevur kommunan nú játtað og felagið kann nú fara undir at útvega lyftuna, so betri møguleiki verður hjá skíð-íðkarum at standa á skíð. Smbært felagnum hevur kavi ligið í økinum upp til 60 dagar onkur ár, skrivar Gunvør Balle.
- So hvørt sum býurin veksur og fólk flyta heim við ynskjum um at sleppa at íðka smærri og serligar ítróttargreinar, royna vit í kommununi at fylgja við. Hetta er liður í at skapa trivnað og geva fleiri møguleika at íðka ítrótt - og ikki minst, er hetta við til at gera tað stuttligari at búgva í Tórshavnar kommunu, sigur hon.
Umframt pengar til skíð, verður peningur settur av á býráðsfundinu í kvøld til klintring, skating og golf.
Á skíð á Sornfelli (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald