
Reykjavík, Ísland (Portalurin): Fyri fyrstu ferð í nógv ár er Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen aftur í VÍF, har lámi vongrin/bakkurin er uppvaksin.
- Tað er heldur øðrvísi, fleiri nýggj ting, men eg fái stórt álit, byggi sjálvsálit upp og vit fara eftir at vinna.
Lív vann eitt FM við StÍF, tá hon í 2021 var í Føroyum og spældi eitt stutt skifti, meðan nøkur ting lógu still í Danmark. Annars hevur vestmannakvinnan spælt í donskum hondbólti leingi.
Landsliðið er ein stór gularót, og HM-endaspælið hómast í havsbrúnni. Lív Poulsen fegnast eisini um at vera saman aftur við landsliðnum, nú EM-undankappingin byrjar.
- Vit hava ein góðan møguleka móti Íslandi, um vit spæla við disiplin og skora uppá møguleikarnar. Vit hava verið nær við fyrr móti teimum.
Hoyr alla samrøðuna ovast
Føroyar og Ísland spæla í Reykjavík í morgin, mikudagin 15. oktober klokkan 20.30 føroyska tíð
HM-undankappingarbólkurin:
Montenegro
Ísland
Portugal
Føroyar
1. umfar.
Í morgin, mikudagin 15. oktober
20.30: Ísland - Føroyar
Sí eisini: Føroyingar við seinastu fyrireikingunum í Fram-høllini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald