Fótbóltur

Kekkiska skommin: Stóra legendan sigur orsaka

- Eg noyðist at biðja um umbering fyri avrikið í Føroyum..eg eri sera vónbrotin av hugburði okkara, sigur Pavel Nedved. Kekkiskir miðlar og fótbóltsáhugaði eru í øðini.

Kekkar knarra, eftir at Hanus Sørensen hevur lagt Føroyar á odda (Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF)

Kekkar knarra, eftir at Hanus Sørensen hevur lagt Føroyar á odda (Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF)

2025-10-13 15:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann er helst tann størsti kekkiski spælarin í søguni - í øllum førum síðani Kekkia og Slovakia fóru hvør sær í 1993. 

Í 2003 vann táverandi Juventus-spælarin Balon d'Or, hægsta einsæris heiðurin hjá einum fóbóltsspælara, og hann var ikki langt frá at vinna EM við Kekkia.

Men í oktober 2025 er Pavel Nedved á einum øðrum staði, og Íígjárkvøldið var 53-ára gamli kekkin á Tórsvølli.

Nedved er ikki høvuðsvenjari hjá Kekkia, men stendur við ítróttarligari høvuðsábyrgd fyri manslandsliðnum; eitt slag av ítróttarstjóra (general manager). Og harvið sær hann eftir tapi fyri Føroyum í gjár tað sum eina skyldu at biðja um umbering.

- Eg biði um umbering fyri avrikið hjá kekkiska landsliðnum í Føroyum. Eg eri ógvuliga vónbrotin av tilgongd, hugburð og skipan okkara. Hetta er grundarlagið fyri okkara skipan, sigur Pavel Nedved í fráboðan í dag.

[object Object]
Nedved í góðum lag til eitt lutakast - øðrvísi var á "svalanum" á Tórsvølli í gjár, har hann sá sítt lið tapa móti Føroyum (Mynd: EPA)

Fráboðan vekir ans í landinum við fleiri enn 10 milliónum íbúgvum, og miðlar sum DR hava eisini siterað svaduna.

Nedved hevur vunnið nakrar ferðir á Føroyum sum spælari; millum annað á heldur svikaliganum hátt í "mjørkadystinum" á Svangaskarði í 1998, tá annars eleganti miðvallarin fekk reytt kort.

Tá virdi Kekkia ikki andan í "Fair Play". Nú er harmljóð um "ein av størstu skommunum í kekkiskari fótbóltssøgu", sum tað verður skýrt.

Avrikið hjá føroyingum fær stórt rós, og kekkar standa spyrjandi, hvussu eitt land við umleið 55.000 íbúgvum kann basa sínum monnum. Atfinningarnar eru nógvar - millum annað frá fjølmiðlafólkunum, sum vóru á Tórsvølli í gjár.

Kekkia er enn eitt stig frammanfyri Føroyar í HM-undanbólkinum og kemur til HM play-off við sigri á Gibraltar í november. Men dysturin á Tórsvølli stendur, fyri kekkar, sum ein skomm og eitt "sjúkutekin" í løtuni. Hjá føroyingum stendur tað hinvegin sum eitt av størstu úrslitunum nakrantíð.

Sí eisini: Vakrasta landsliðsvikan sum hevur verið higartil

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder