Fótbóltur

Nú verður reint oddabrak sunnudagin í Klaksvík

KÍ hevur tó risa uppgávu har móti Riga áðrenn - í røkkstøkkdysti í Conference League hósdagin.

Seinast liðini hittust endaði við málleystum javnleiki - her sæst Dávid Reynheim, sum kom inn og gjørdi stóran mun á Argjum í gjár, stúta við Løkin (Mynd: Sverri Egholm)

Seinast liðini hittust endaði við málleystum javnleiki - her sæst Dávid Reynheim, sum kom inn og gjørdi stóran mun á Argjum í gjár, stúta við Løkin (Mynd: Sverri Egholm)

2026-08-18 09:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ er í gongd við higartil týdningarmestu vikuna í 2026.

Hon byrjaði dramatiskt og væl, tá liðið hjá Magnusi Powell eftir tógvið strí, og eftir at AB var á odda 3-2 eina løtu, vann sjey-máls dystin á Argjum mánakvøldið við máli í yvirtíðini. Hetta var dagin eftir enn ein NSÍ sigur (4-2 á EB/Streymi)

Sí eisini: Innskiftararnir hildu FM-stríðið tætt eftir stórt drama á Argjum

Jonn Johannesen: KÍ vísti eina ótrúliga mentala styrki í kvøld

[object Object]
Jonn Johannessen skoraði sítt fyrsta mál í 2026 - júst tað rætta tíðspunktið fyri KÍ: Í 94. minutti í ógvuliga týðandi dysti

[object Object]Stórur KÍ-fagnaður Inni í Vika í gjár (Myndir: Klaksvíkar Ítróttafelag/Kronberg Photography)

Hóskvøldið klokkan 18.30 vitjar Riga FC í fyrra Conference League røkkstøkkdystinum. Uppgerðin millum føroysku og lettisku meistararnar er seinasi møguleikin hjá báðum at røkka evropeiskum deildarspæli í ár.

Eftir úrslitið á Argjum er nú lagt upp til eitt øðiligt oddabrak í Klaksvík sunnudagin 23. august klokkan 15. Tá bresta NSÍ og KÍ saman. Trý stig skilja liðini í løtuni - og NSÍ hevur fyrimunin undan innanhýsis uppgerðini í 20. umfari, sum fer at verða ein skilmarkan fyri endaspurtin 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder