Kappróður

Nummar eitt fjórða árið á rað

Føroyska landsliðið í inniróðri hevur luttikið í Evropameistaraskapinum í París í vikuskiftinum, og Sarita Kristina Hansen vann seg aftur eitt 1. pláss í bæði 500 og 2000 metrum.

Sarita Kristina Hansen gjørdist aftur nummar 1 í 500 og 2000 metrum um vikuskiftið (Savnsmynd)

Sarita Kristina Hansen gjørdist aftur nummar 1 í 500 og 2000 metrum um vikuskiftið (Savnsmynd)

2023-01-29 10:57 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Róðrarsamband Føroya hevur ikki verið uttanlanda við landsliðnum í 2021 og 2022 vegna farsóttina, men hevur lukið l kappingarnar netborið. Tí var spennandi hjá rógvarunum at koma l eina fullsetta høll, har umleið trýtúsund luttakarar hittust.

Róðrarsambandið úttók í desember sjey rógvarar at umboða Føroyar l EM, harav fimm av teimum eisini skulu kappast í HM, sum verður í Toronto síðst í februar.

Sarita Kristina Hansen, landsliðsvenjari hevur umboðað Føroyar fleiri fer áður í altjóða kappingum, og aftur hesuferð vís hon sína styrki og vann seg fjórða árið á rað eitt 1. pláss í bæði 500 og 2000 metrum.

Inga Weihe Sivertsen, Mattias Durhuus, Zoe Elisabeth Dickson og Vár Guriardór Hansen, hava somuleiðis umboðað Føroyar á landsliðnum áður. Hans Petur Brekkstein og Sára Maria Johansen umboðaðu Føroyar á fyrsta sinni.

Sára Maria, Vár og Zoe rógva og venja dagligt í Danmark, har tær í løtuni eru í lestrarørindum.

[object Object]
Frá vinstru: Zoe, Sára Maria, Vár, Sarita, Mattias, Hans Petur og IngaAftanfyri standa Rógvi Kærbech og Annika V. Dalsgarð nevndarumboð hjá RSF.

Tíðirnar frá fríggjadegnum - 500 metrar:

Kvinnur 30-39 lættvekt
nr. 1 Sarita Kristina Hansen - 1:38,6

Kvinnur 30-39
nr. 5 Inga Weihe Sivertsen - 1.37,1

Menn 30-39 lættvekt
nr. 7 Hans Petur Brekkstein - 1.30,1

Kvinnur U23
nr. 1 Vár Guriardóttir Hansen - 1.32,3
nr. 3 Sára Maria Johansen - 1.35,7

Kvinnur U23 lættvekt
nr. 2 Zoe Elisabeth Dickson - 1.40,7

Menn U19
nr. 1 Mattias Durhuus - 1.19,4

Tíðarnar frá leygardegnum 2000 metrar:

Kvinnur 30-39 lættvekt
Nr. 1 Sarita Kristina Hansen - 7.25,3

Kvinnur 39-30
Nr. 4 Inga Weihe Sivertsen – 7.22,2

Menn 30-39 lættvekt
Nr. 9 Hans Petur Brekkstein – 6.40,3

Kvinnur U23
Nr. 4 Sára Maria Johansen – 7.11,3
Nr. 5 Vár Guriardóttur Hansen – 7.23,8

Kvinnur U23 lættvekt:
Nr. 3 Zoe Elisabeth Dickson – 7.31,2

Menn U19
Nr. 4 Mattias Durhuus – 6.13,9

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder