Fótbóltur

Nýggjur álitissessur til FSF-forsetan

Christian Andreasen er valdur til formann í leikara- og transfernevndini hjá Uefa.

Christian Andreasen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Christian Andreasen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-07-20 10:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað má sigast at vera ein stór álitisváttan, ið starvsnevndin hjá evropeisku fótbóltssamgonguna, Uefa enn einaferð hevur víst forsetanum í Fótbóltssambandi Føroya, Christiani Andreasen.

Eftir fýra ár sum formaður í lógarnevndini, hevur starvsnevndin hjá Uefa nú avgjørt, at komandi fýra árini skal FSF-forsetin vera formaður í leikara- og transfernevndini hjá fótbóltssamgonguni. Í altjóða høpi verður nevndin kallað Player’s Status, Transfer and Agents Committee.

Evropeiska fótbóltssamgongan hevur tvær undirnevndir, sum serliga taka sær av løgfrøðiligum spurningum og regluverkinum aftan fyri sjálvan fótbóltin. Hesar nevndir eru lógarnevndin og leikara- og transfernevndin.

Christian Andreasen leggur frá sær sum formaður í lógarnevndini, men tekur samstundis við sum formaður í leikara- og transfernevndini.

Leikara- og transfernevndin viðgerð í høvuðsheitum spurningar um rættarstøðuna hjá fótbóltsspælarum, reglur um flyting av spælarum, umframt hvørjar reglur skulu vera galdandi fyri umboðsmenn (fótbóltsagentar).

– Eg eri sera spentur at taka hesa uppgávuna á meg. At blíva valdur tvey valskeið á rað sum formaður fyri tvær ymiskar undirnevndir hjá UEFA, er ein stórur heiður. Men tað fylgir eisini ein stór ábyrgd við, og eingin ivi skal vera um, at mín lutur skal ikki liggja eftir, sigur Christian Andreasen í stuttari viðmerking við heimasíðuna hjá FSF.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder