Fótbóltur

Nýtt umhvørvisvinarligt graslíkið uppi á Brekkum í Leirvík

Arbeiði at taka vøllin av byrjar í næstum, og eftir ætlan verður nýggja graslíki lagt á longu 21. juni. Arbeiði væntast at taka tvær vikur, og verður sostatt klárt at spæla og venja aftur fyrst í juli.

Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu, og Birgir Andreasen, stjóri í Føroya Møblasølu (Mynd: Eysturkommuna.fo)

Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu, og Birgir Andreasen, stjóri í Føroya Møblasølu (Mynd: Eysturkommuna.fo)

2023-05-26 10:53 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Býráðið í Eysturkommunu hevur á býráðsfundi samtykt at taka av tilboði frá Føroya Møblasølu uppá nýtt graslíkið til vøllin uppi á Brekkum í Leirvík.

Talan er um sama slag vøll sum Eysturkommuna legði á í Sarpugerði í 2021, og talan er um graslíki, við umhvørvisvinarligari ífyllu.  

Arbeiði at taka vøllin av byrjar í næstum, og eftir ætlan verður nýggja graslíki lagt á longu 21. juni. Arbeiði væntast at taka tvær vikur, og verður sostatt klárt at spæla og venja aftur fyrst í juli.

- Royndirnar við graslíkinum frá Føroya Møblasølu hava verið sera góðar, og afturmeldingin fyri nýggja graslíki í Sarpugerði hevur verið positiv. Serliga frá fótbóltsfelagnum í kommununi, Víkingi. Vit vóna at ungdómurin og tey ið nýta vøllin annars, verða eins glað fyri nýggja graslíki og tann í Sarpugerði, sigur Per Martin Gregersen, borgarstjóri.

- Tað at talan er um eina umhvørisvinarliga loysn, er eisini í tráð við hugsjónina hjá Eysturkommunu um støðugt at arbeiða fyri at verða meira umhvørvisvinarlig, sigur borgarstjórin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder