12.umfar í Betri-deildini hjá kvinnum er leikt seinasta døgnið. Talan gjørdist um tríggar favorittsigrar, men KÍ hevði sínar trupuleikar at fáa trý stig.
Í gjárkvøldið vann EBS/Skála greitt á heimavølli ímóti ÍF/Víkingi, ið annars fleiri ferðir hevur givið oddaliðunum høvuðbrýggj í ár. EBS/Skála vann 6-0 á Skála, har Kára Djurhuus gjørdist tvífaldur málskjútti, og har 16 ára-gamla Silja Augustinussen skoraði í sínari debut á besta liðinum. Føroyameistrin heldur harvið fast í HB.
Oddaliðið vann í dag eisini 6-0, tá grannauppgerð var í Gundadali. HB avgjørdi dystin í fyrra hálvleiki, tá liðið skeyt fýra mál, og so var tað ov tungt hjá B36. HB er eitt stig frammfyri EBS/Skála, nú liðini fara í feriu.
KÍ fekk dygga mótstøðu á heimavølli ímóti botnliðinum, B68. Maria K. Thomsen legð klaksvíkskvinnur á odda eftir hálvan tíma, men B68-liðið helt á at stríðast, og fyrrverandi KÍ-leikarin, Laila Pætursdóttir javnaði í 88.minutti. Men Evy á Lakjuni avgjørdi dystin í yvirtíðini. Trý sera týdningarmikil stig hjá KÍ.
HB, EBS/Skála og KÍ eru sera jøvn í mest spennandi kvinnukappingini í langa tíð. Onkur ár hevur tað verið KÍ og eitt annað lið, ið hava stríðst um FM, men nú eru trý lið, ið kappast heilt har uppi og taka stig frá hvør øðrum. HB hevur munin á hinum, nú kappingin fer í summarfrí.
Átta umfør skulu leikast eftir steðgin, og Betri-deildin byrjar aftur miðskeiðis í august. Áðrenn tað skal EBS/Skála á fyrsta sinni út í Evropa at spæla. Greipuvinnarin skal royna seg í Litava.
1
|
12
|
10
|
1
|
1
|
48
|
11
|
+37
|
31
|
||
2
|
12
|
10
|
0
|
2
|
51
|
10
|
+41
|
30
|
||
3
|
12
|
9
|
1
|
2
|
39
|
11
|
+28
|
28
|
||
4
|
12
|
4
|
0
|
8
|
18
|
32
|
-14
|
12
|
||
5
|
12
|
0
|
2
|
10
|
6
|
50
|
-44
|
2
|
||
6
|
12
|
0
|
2
|
10
|
8
|
56
|
-48
|
2
|
Kelda: Faroe Soccer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald