2026-05-16 12:47
Nú klokkan 13 verður endabresturin av ódnartøkunum á Eiði.
Eftir spennandi og tættar róðrar í Norðragøtu fyri viku síðan, er nú lagt upp til enn fleiri hørðum kappingum á fjørðinum. Manningarnar hava havt nakrar dagar at gera tær síðstu tillagingarnar, og tí er spenningurin stórur undan kappingini á Eiði, skrivar Róðrarsamband Føroya.
Tiltakið er ókeypis, og sum vant verður eisini stroymað á YouTube-rásini hjá Róðrarsambandi Føroya, so øll hava møguleika at fylgja við.
Hetta verður fyrstu ferð, at ódnartøk verða fyriskipað á Eiði.
Aftaná róðrarnar verður heiðursmerkjahandan, har vinnararnir av ódnartøkunum verða heiðraðir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald