
Ròðrarssamband Føroya: Ársins Ódnartak, ið hevur rótfest seg sum ein fastur táttur í føroyskum kappróðri, endaði við einari stórari og væl eydnaðari stevnu í Norðragøtu tann 17. mai.
Kappingin í ár fevndi um tríggjar stevnur – í Runavík 26. apríl, í Miðvági 10. mai og til síðst við stóru finaluni í Norðragøtu. Nógvir áskoðarir vóru til allar tríggjar stevnurnar, umframt at allir róðrarnir vórðu stroymdir á youtube.
Við heili 80 bátum, ið luttóku yvir allar tríggjar stevnurnar, varð sett nýtt met fyri Ódnartøk.
Í Norðragøtu møttu 70 bátar til start – hetta er ein stór framgongd, í mun til undanfarnu mettøl: 72 bátar samanlagt og 64 bátar í størstu einstøku stevnu áður.
Men tað vóru ikki bara luttakaratølini, sum gjørdu kappingina minnisverda. Í mongum av bólkunum varð kappingin so jøvn, at bert heilt fáir hálvtrýssindapartar vórðu millum vinnandi bátin og nummar tvey. Spenningurin var eyðsýndur, bæði fyri áskoðarar og rógvarar.
So javnir róðrar eru heldur sjáldsamir at síggja til FM kappróður men ikki til Ódnartak. Heili fimm ferðir endaðu bátar við júst somu tíð, og tað sigur ikki so lítið um støðið á kappingini í ár:
- Í barnaróðri hjá gentum í Miðvági (OT 2 2025) komu Svalan (VK) og Firvaldur (FSR) javnir á mál við tíðini 0:46.01.
- Sama endurtók seg í Norðragøtu (OT 3 2025), har Sævarmoy (KRF) og Svalan (VK) vórðu skrásettar við tíðini 0:44.06.
- Í bólkinum gentur 17–18 ár róðu Jallurin (RK) og Havfrúgvin (VÍF) javnt í Miðvági við tíðini 0:47.26.
- Hjá 6-mannafør monnum vórðu Sjódrekin (Skála) og Víkingur (HR) javnir í Norðragøtu við 0:39.18.
- Og hjá 8-mannaførunum endaðu Argjabáturin (AR) og Gøtu Tróndur (TIND) eisini javnir við tíðina 0:36.33.
Ein av teimum mest spentu løtunum komu longu í fyrsta umfari í Runavík, hjá 6mf. monnum, har Sølmundur (NSÍ) og Sundabáturin (NHR) lógu nærum javnir allan vegin, og gjørdist munurin bert 0.03 sekundum teirra millum, tá ið skotini fullu. Talan bleiv beinleiðis um eina málmyndaavtøku (photo finish).
Eisini gjørdist tað ein spennandi róður, tá ið Sundabáturin aftur var í eldinum – hesaferð í triðja umfari í Norðragøtu. Í einari spennandi finalu megnaði hann at halda Skúgvi (SÍF) aftanfyri seg, við einum lítlum muni á 0.06 sekundum.
Í øðrum umfari hjá 8-mannaførunum í Miðvági møttust tveir tungvektarar, Risin (ERF) og Ørvur (HR), í einum taktiskt sterkum róðri. Teir lógu lið um lið nærum allan vegin, og endin gjørdist, at Risin vann við 0.07 sekundum.
Við sterkari luttøku, ágrýtnum rógvarum og róðrum, har hálvtrýssindapartar – og onkuntíð onki – skilti partarnar, hevur Ódnartak 2025 staðfest sítt virði, sum ein stuttlig, spennandi, tøtt og áskoðaravinarlig kapping. Kappingin hevur sanniliga framtíðina fyri sær – og vit gleða okkum longu til næsta ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald