Fótbóltur

Norðmenn vendu øllum og róðu úr Parkini við trimum stigum

Fyri aðru ferð í hesari Nations League-kappingini vann Noreg 3-2 á Danmark. Vertirnir vóru annars á odda 2-0 eftir 13 minuttir - Erling Haaland avgjørdi eftir 95 minuttir.

Stjørnurnar Haaland og Ødegaard stóðu fyri málunum og fegnast her frammanfyri norsku áskoðarunum eftir avgerandi málið í yvirtíðini frammanfyri norsku áskoðarunum (Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix)

Stjørnurnar Haaland og Ødegaard stóðu fyri málunum og fegnast her frammanfyri norsku áskoðarunum eftir avgerandi málið í yvirtíðini frammanfyri norsku áskoðarunum (Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix)

2026-11-17 22:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað valdar framvegis norskt fótbóltsyvirræðið í Norðurlondum. Hetta kann staðfestast eftir spennandi dystin í Parkini í kvøld.

Danmark byrjaði annars nógv betri og helt góðu taktunum, vum vórðu vístar í Braga leygarkvøldið (4-1). Rasmus Højlund og Pierre-Emilie Højbjerg skoraðu báðir innan fyrsta lítla korterið, og danir kroystu norðmenn.

Men so fór Noreg at trýsta meira, danski málverjin Mads Hermansen gjørdi eitt stórt mistak, sum Martin Ødegaard og Erling Braut Haaland takakði fyri, og so líðandi hevði Danmark lítið og einki at bjóða uppá frameftir.

Liðið hjá Brian Riemer skulu bert brúka eitt stig fyri at tryggja 2. plássið í bólkinum, og harvið Nations League-fjórðingsfinalu. Noreg skuldi vinna fyri at sleppa av 3. plássinum, og legði alt fyri. Liðformaðurin Martin Ødegaard gekk á odda - var allastaðni - og eftir gott norskt spæl í 83. minutti, setti Arsenal-spælarin seinasta fótin á: 2-2.

Danmark kundi kanska sloppið við strekkinum, men í yvirtíðin ivann lívliga norski innskiftarin Oscar Bobb í vandastøðu. Ødegaard legði innfyri, og Joachim Andersen nýtti armin, tá hann royndi at dekka og verja fyri Haaland. VAR, brotsspark og so var stóri áleyparin ísakaldur.

[object Object]
Erling Haaland skoraði tvær ferðir í Parkini og hevur nú 68 landsliðsmál - í 61 dystum. Vill tøl (Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix)

Málið varð skorað frammanfyri mongu kátu útivallaráskoðarunum, og stutt eftir 3-2 fagnaðin varð róð aftur - sum til HM-endaspælið.

[object Object]
RO!

[object Object]

[object Object]Sjálvsagt stórur munur á kenslunum eftir dramatiska dystin móti Danmark (Myndir: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix)

Norðmenn verða harvið verandi í Deild A í 2028 og kunnu framvegis vinna sær Nations League-heiðursmerki. 

Danmark skal hinvegin, eftir annað 3-2 tapið fyri Noreg í ár og fyrsta heimatapið fyri Noreg í 28 ár, spæla fyri at sleppa undan niðurflyting til Deild B í mars.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder