Annað

Ókeypis atgongd á Svangaskarði í morgin

Víkingur bjóðar øllum fría atgongd til Champions League-dyst.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2018-07-09 19:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um eitt døgn spæla Víkingur og HJK Helsinki á Svangaskarði í fyrsta undanumfarinum í Champions League.

Eins og undanfarnu ár so er ókeypis atgongd til fyrsta Evropa-dystin hjá Víkingi. Harvið vil Víkingur geva øllum sínum fjepparum og fótbóltáhugaðum føroyingum fría atgongd til uppgerðina, og felagið vónar at nógv koma at stuðla víkingunum í Champions League-dystinum.

Finska meistaraliðið  er greiður favorittur, men Víkingur hevur seinnu árini veruliga gjørt vart við seg í evropeiskum fótbólti. 

Venjarin, Sigfríður Clementsen, gjørdi í samrøðu við Portalin í gjár greitt, at teir trúgva uppá møguleikan í Víkingi, og at tað snýr seg um, at halda uppgerðini í lívi eftir dystin i annaðkvøld 

Les samrøðuna her:
http://portal.fo/dagur-5804/sigfridur-clementsen-siggja-jaligt-uppa-tad-og-trugva-uppa-tad.grein 

Í løtuni valdar óvissa um KÍ og Zalgiris Vilnius spæla í morgin, tí litaviska liðið ikki kom til Føroya sum ætlað fyrr í dag vegna mjørka í Vágum. Norðlýsið skrivar, at dysturin møguliga verður Tórsvølli mikukvøldið, og at tað er UEFA, ið avger hvat skal henda. Meira um hetta seinni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder