- Eg haldi ikki ordiliga, at eg tími at úttala meg um júst, hvat hendi har...men jú, absolutt: Vit hava okkurt at løna teimum aftur, staðfestir Óli Mittún
Føroyar vunnu 37-24 á Montenegro í 2.umfari í bólkaspælinum undir EM-endaspælinum í januar. Harvið hevur Montenegro nakað at løna Føroyum aftur, tá liðini hittast í 2. umfari í undankappingini til EM 2028 sunnudagin.
Men tveir dagar eftir stórtapið fyri Føroyum, tapti Montenegro uppaftur størri fyri Sveis, sum skuldi vinna við 16 málum fyri at hava ein møguleika at koma víðari: Sveis vann við 17 málum á Montenegro, síðani taptu Føroyar tepurt fyri Slovenia . og Sveis og Slovenia vóru harvið víðari til EM-miðumfarið
- Tað var í øllum førum ikki sportligt, og ja; vit ætla avgjørt at gera ein vørr aftur móti Montenegro.
Soleiðis segði Óli Mittún, tá Portalurin fyrr í vikuni spurdi føroyska profilin um tað at júst spæla ímóti Montenegro. Nummar 78 skoraði 9 mál, uppá níggju skot, og legði upp til 11 mál, tá liðini seinast hittust. Føroyingar vóru flúgvandi, og ungi bakspælarin gjørdi bart.
![]()
![]()
Teir hjá Motenegro megnaðu als ikki at steðga Óla Mittún í Oslo
At tað ikki rakk til víðari luttøku, var avgjørt eisini føroyingum at takka. Teir mistu takið í fyrsta dystinum móti Sveis - skoraðu ikki í 12 minuttir - og taptu ímóti skaðadarvaða Slovenia í síðsta dystinum, tá bert eitt stig var neyðugt.
Tað hjálpti tó sjálvandi ikki, at eitt lið ikki avrikaði til nakað, sum var virðiligt fyri eitt EM-endaspæl - og ei heldur sá út til at royna tað.
Dagin fyri dystin móti Sveis sóust Montenegro-spælarar tiltuskað sær kassar av øli á spælaragistingarhúsinum, har harður tónleikur eisini hoyrdist úr felagshølinum: Nærum veitslulag merktiskt, hóast Montenegro nakrar tímar síðani høvdu tapt stórt. Nú hittast liðini aftur í týðandi undandysti
- Vit skulu renna við teimum og gagnnýta, at teir "blitza" nógv á Balkan - satsa í verjuspælinum. Vit fara ikki at fáa allar dømingar við okkum, og teir vera ágangandi við áskoðarunum í rygginum. Vit skulu bara halda høvdið kalt, staðfestir GOG-stjørnan
Sí part av samrøðuni vit gjørdu við Óla Mittún við Tjarnir eftir sigurin á Kosovo mikukvøldið ovast
Sí alla samrøðuna her:
Tað gekk øðiliga væl í dag - ikki bara hjá mær
-----------------------------------------------
Undankapping til EM 2028, bólkur 4
2. umfar, sunnudagin 8. november
16.15: Kosovo - Ungarn
17.00: Montenegro - Føroyar (FM1 frásøgn og bloggur á Portalinum)
1. Ungarn 2 stig
2. Føroyar 2 stig
--------------------------
3. Kosovo 0 stig *
4. Montenegro 0 stig
* Bestu fýra trý'ararnir í undankappingini koma víðari til EM, umframt tvey tey ovastu
Video: Nýggjasti A-landsliðsspælarin segði sjálvandi ja - uttan at hugsa meg um
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald