Hondbóltur

Óli Mittún Champions League-toppskjútti hjá GOG

GOG tapti stórt fyri Sporting, men føroyski spælskiparin stóð seg væl í Portugal. Fücshe vann greitt, meðan Hákun West av Teigum varð spardur - Jóhan á Plógv Hansen skoraði fimm mál í Barcelona.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-09-11 09:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

1. umfar í Champions League hjá monnum fyri 2026/2027 er spælt í vikuni. Skipanin er øðrvísi nú: Seks bólkar við fýra liðum, har tvey lið koma víðari úr hvørjum.

Sì bólkarnir og støðurnar her

Mikukvøldið spældi Skanderborg AGF í Champions League á fyrsta sinni. Jóhan á Plógv Hansan og hinir silvurvinnararnir í donsku deildini síðsta kappingarár høvdu kanska størst gjørligu uppgávuna: Í Palau Braugrana móti verandi Champions League-vinnarunum.

Ikki óvæntað vann Barcelona greitt: 39-28. Jóhan á Plógv Hansen hevði tíggju skot í dystinum og skoraði fimm mál.

Hæddarpunkt síggjast her:

Hjá Fücshe Berlin varð føroyskur høgri vongur spardur. Italski Leo Prantner fekk møguleikan, og tók av við sjey málum, tá týska liðið livdi upp til leiklutin sum stórfavorittur í Kroatia: 44-33

GOG tapti 43-33 í Portugal. Danska liðið megnaði ikki at standa ímóti Costa-brøðurnum - skoraði samanlagt tjúgu mál - og í steðginum var munurin longu átta mál.

Óli Mittún skoraði átta mál uppá tíggju skot og var GOG-toppskjútti í Lissabon. Harumframt legði føroyingurin upp til fýra mál og stóð seg væl, hóast stórtap.

Til ber at síggja upplegg mál, umframt brent skot, hjá Óla ovast ella her

Næsta umfar í bólkaspælinum er í næstu viku

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder