Annað

Ongland skal stríðast við sviar um hálvfinalupláss

Tað er sera stórur spenningur undan kvartfinaluni nú seinnapartin í Samara.

Gareth Southgate og HM-toppskjúttin og enski liðformaðurin, Harry Kane, til tíðindafund undan dystinum ímóti Svøríki
(Mynd: EPA)

Gareth Southgate og HM-toppskjúttin og enski liðformaðurin, Harry Kane, til tíðindafund undan dystinum ímóti Svøríki (Mynd: EPA)

2018-07-07 12:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Skal tað verða "Football's coming home", ið skal runga, ella verður tað gula og bláa kollektivið ið sigrar, so at sviar aftur kunna syngja "Du gamla du fria" undan hálvfinaluni mikudagin. 

Hetta verður greitt eftir kvartfinaluna í Samara í dag, har Svøríki og Ongland bresta saman. Av liðunum ið eru eftir í Russlandi, so eru tað hesi tvey, ið hava mest samhuga og stuðul ímillum føroyingar, ið fylgja við HM-endaspælinum.

Tað er sjarman við enska fótbóltinum, ið flestu føroysku fótbóltsáhugaði fylgja tætt, og tað at TAÐ nú endliga kann koma heim aftur, mótvegis tí norðurlendsku samhugakensluni og tí á ein hátt, bertakandi sterka kollektivinum hjá tí heilhjartaða og sympatiska svenska venjaranum, Janne Anderson.

Júst orðið sympatiskt er sera passandi, tá Gareth Southgate skal lýsast. 47-ára gamli enski høvuðsvenjarin, ið brendi eitt avgerandi brotsspark í hálvfinaluni á Wembley í EM-endaspælinum í 1996, førdi Ongland til sín fyrsta sigur í brotssparkskapping í HM nakrantíð í áttandapartsfinaluni ímóti Kolumbia. Tað helt hart, men nú er hansara lið bert ein dyst frá einari hálvfinaluni. Ongland hevur ikki verið ímillum tey fremstu fýra síðani 1990.

Tað er við eyðmjúkleika, men samstundis einari rótfestari vón, at Southgate úttalar seg. Fyrreveradi verjuleikarin hevur vunnið mong hjørtu í Onglandi og í restini av heiminum. Altíð róligur og siðiligur, og tað er týðiligt, at hann hevur fingið Kane og co at samvirka sum eina eind. Spæliætlanin er týðilig, og huglagið í ensku leguni er lætt. Hetta er ólíkt myndini, ið hevur verið at sæð í undanfarnu endaspølunum.

Í Svøríki droyma tey seg aftur. Í 1994 var Svøríki í hálvfinaluni, og tað endaði við einum bronsuheiðursmerki. Á heimavølli í 1958 vann Svrøríki seg heilt í finaluna. Har vóru Pelé og hinir tó ein ov stórur biti. Eingin hevði helst væntað, at Svøríki fór at røkka slíkum hæddum aftur hesaferð, men nú er møguleikin her. Við einum sera vælskipaðum liðið, hevur Janne Anderson hepnast í sínari roynd at ført Svøríki fram til fjórðingsfinaluna. 

Onglendingar undimeta ikki sviar, hóast hetta er besti møguleikin hjá fótbóltsins heimlandið fyri at koma ímillum tey allarbestu í longri tíð. Til tað hava sviar avrikað alt ov væl. Tað er tó Ongland, ið er favorittur í Samara, og ímillum føroyingar tykist stuðulin til Ongland at standa sterkast. "Its Coming home" er ein vælumtøkt linja á hesum døgum; nú skal enska liðið føra hetta út í verk.

Í gjár spældu Frakland og Belgia seg til hálvfinaluna. Í dag skulu hinir hálvfinalistarnir finnast. Russland og Kroatia spæla seianstu kvartfinaluna klokkan 19.00

Hjá Svøríki hevur støðugi høgri bakkurin, Mikael Lustig, leikbann. Hjá Onglandi er Jamie Vardy ivasamur.

Dysturin byrjar klokkan 15.00. DR 1 vísur dystin, og KVF vísur hann á heimasíðu sínari. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder