
- Eg vandi við eina góða løtu í dag, og tað gekk sum so fínt - hóast nakað av pínu. Veit ikki enn, hvussu stóran leiklut eg fái í morgin, men vænti eg eri klár til at spæla nógv, um tað er.
Hetta vissar Maria Pálsdóttir Nólsoy um eitt stórt samdøgur undan dystinum móti Montenegro við Tjarnir. Bakspælarin hevur stóran týdning fyri føroyska álopsspælið, og saman við Janu Mittún og Súnu Krossteig Hansen, fekk hon nógva ferð og gjøgnumbrotsmegi í mikukvøldið, tá Føroyar vunnu í Reykjaví í 1. umfari í EM-undankappingini
Hetta hóast trupulleikar við skotøkslini. Maria hevur tað annars fínt, og skal skilagóði spælarin helst spæla nógv í morgin.
Mara Pálsdóttir Nólsoy til venjing vð Tjarnir í kvøld. Hon vandi ikki fulla venjing, men tað stendur rímiliga væl við skotøkslini hjá spælskiparanum (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini: Elsa Egholm: - Sigurin á Íslandi merkir nógv áðrenn dystin móti Montenegro
Hægst styrkismetta Montenegro verður ein størri og øðrvísi uppgáva enn Ísland. Men hesaferð hava Føroyar eisino heimavøll. Og tað hóvar 21-ára gomlu Mariu Nólsoy, sum til dagliga spælir í Horsens í Danmark.
- Tað var nakað heilt serstakt. Eg gjørdi nærum skelkað undir tjóðsanginum, tá vit spældu við Tjarnir seinast - og tað var næstan rørandi, lýsir landsliðsspælarin savnandi upplivingina undir fyrsta heimadystinum hjá kvinnunum í Hoyvíkshaganum.
Hetta var í HM-undankappingar dysti fyrr í ár. Maria Pálsdóttr Nólsoy spældi sjálv ein frálíkan dyst, tá Litava var við Tjarnir í apríl. Hon setur eisini orð á flotta føroyska avrikið og úrsltið í Íslandi mikudagin.
Maria Nólsoy og Føroyar vunnu stórt móti Litava við Tjarnir. Montenegro er nógv sterkari mótstøðulið, men tað at spæla á heimavølli verður í øllum førum aftur stórt, sigur Maria (Mynd: Sverri Egholm)
-------------------------------------------------------------
2. umfar í undankappingini til EM 2026
Leygardagin 18. oktober
19.00: Føroyar - Montenegro
1. Montenegro 2 stig
2. Føroyar 2 stig
----------------
3. Ísland 0 stig
4. Portugal 0 stig
Sí eisini: Eftir sigurin í Íslandi: - Hava selt nógv hundrað atgongumerki afturat til heimadystin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald