Annað

Ongland víðari eftir dramatiskan dyst og brotssparkskapping

Ongland breyt siðvenjuna við at tapa eftir brotsspørk í endaspølum, í áttandapartsfinaluni í Moskva í kvøld.

2018-07-03 22:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ongland og Kolumbia leiktu ein inntensan dyst í Moskva í kvøld. Ein dyst ið fór allan vegin til brotssparkskapping, har Ongland skrivaði søgu.

Tað var eitt enskt lið, ið kom út við nógvari okru og ferð, og fekk lagt eitt gott trýst á Kolumbia fyrstu løtuna. Ongland fekk tiltuskað sær nakrar deyðbóltar, og í 10.minutti var Harry Kane tætt við at stúta eitt gott innlegg frá liðfelagnum í Tottenham, Kieran Trippier, í málið. Onglendingar høvdu yvirvágina í spælið, og tað sá ofta gott út, tá Ongland bygdi upp og flutti bótin. Tað var ikki nógv, sum Kolumbia kom fram til. Suðuramerikanska liði ðvar eisini uttan skadda James Rodriguez; toppskjúttan í seinasta HM-endaspælinum. Hvørjaferð Ongland misti bóltin, varð eitt aggresivt trýst lagt. Liðið hjá Gareth Southgate skapti tó ikki nógvar upplagdar málmøguleikar, og tí var málleyst í hálvleikinum.

Tíggju minuttir inn í 2.hálvleik var brotsspark. Eftir eitt vandamikið fríspark fekk Ongland horna, og so hálaði Carlos Sanchez enska liðformannin niður. Dómarin stóð tætt við, og hann var ivaleysur; peikað varð á plettin. Tað gekk tó rúm tíð, áðrenn Kane fekk skotið, tí Falcao og hinir leikararnir hjá Kolumbia gingu og brúktu seg ógvusligt. Samstundis vóru skump og annað millum leikarar á báðum liðunum, og nakrir kolumbianarar royndu at oyðileggja brotssparksplettin. Kane var tó ísakaldur, og setti sítt triðja brotsspark i kappingini trygt í málið. Hetta var sætta málið tilsamans hjá toppskjúttanum í HM. Áleyparin út Tottenham hevur bert nýtt tríggar dystir, at skora hesi málini.

Tað vóru nakrar ónollur í endanum av fyrra hálvleiki, og í samband við brotssparkið og minuttirnar eftir tað vóru nógvar frutratiónir at síggja hjá leikarum hjá Kolumbia, ið fingu kort fyri takklingar og fyri at brúka seg. Ensku leikararnir vóru ikki heilt sakleysur. Henderson fekk gult kort fyri at flyta høvdið ímóti Yerri Mina, og Harry Maguire royndi at filma seg til brotsspark. Sjey gul kort komu fyrstu 90 minuttirnar. Seks av teimum í 2.hálvleiki.

Eftir at hava spælt eitt sindur uttan høvd eina løtu, serliga kolumbianarar, komu bæði liðini í gongd við at spæla fótbólt aftur. Kolumbia satsaði offensivt, og hetta gav Onglandi pláss í umstillingunum, og tað kundi givið eitt 2-0 mál. Hinvegin hevði Kolumbia ein stóran møguleika, tá Kyle Walker sløsaði í uppspælinum, men skotið hjá Juan Cuadrado var ikki nóg gott. Heilt ímóti endanum var Mina sendur framvið, og tað var júst hann, ið sendi dystin út í yvirtíð. Eftir eitt frálít langskot frá innskifta Uribe noyddist Jordan Pickford í fulla longd fyri at fáa bóltin út til hornaspark. Og tað útnyttaði Kolumbia til fulnar; Cuadrodo sendi bóltin væl innfyri, har Mina steig upp og stútaði bóltin í málið fyri triðju ferð í hesum endaspælinum.

Ein køld spann av vatni í høvdið hjá onglendingunum, ið sóu út til at hava fult tamarhald. Kolumbia hevði eisini yvirvágina í  fyrra hálvleikinum av longdu leiktíðini, men í 2.hálvleiki var England betri, og hevði nakrar naskar royndir. Men tað stóð framvegis 1-1, tá 120 minuttir vóru leiktir, og so skuldi brotssparkskapping til.

Søguliga sæð var hetta ikkki akkurat tað besta fyri Ongland. Tríggar brotssparkskappingar taptar úr av trimum møguligum í HM-endaspølum, umframt tríggar útav fýra taptum í EM. Tað sá heldur einki út, tá David Ospina bjargaði frá Henderson. Tá var 3-2 til Kolumbia, og Falcao, Cuadrado og Muriel hvødu allir skorað steinsikkurt. Men so rakti Uribe tvørtræðið, og Trippier javnaði við einum frálíkum brotssparkið. 3-3 og seinasta umfar. Har var Pickford omaná ímóti Bacca, og so kundi Eric Dier avgera dystin til stóra enska frøi. Triði útav trimum Tottenham-leikarum, ið skoraði fyri Ongland úr ellivu metrum.

Samanumtikið er tað uppiborið, at Ongland fer víðari, og skal spæla ímóti Svøríki leygardagin. Ein vunnin brotssparkskappingin, ein liðformaður ið er toppskjútti í HM, fyrstu ferð í 12 ár, at Ongland kemur til eina fjórðingsfinalu - kann tað ganga galið fyri Ongland í royndini at fáa fótbólt heim ? Tað kann tað sjálvandi, tí summir veikleikar vóru eyðsýndir í kvøld. Men onglendingar sleppa at droyma víðari, hóast tað gjørdist óneyðuga stríggið í kvøld. 

Kolumbia - Ongland 1-1(0-0) 4-5 eftir brotsspørk

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder