Kappróður

Ormurin Langi so at siga tryggjað sær FM

Havnarbáturin skal hava hjálp frá Klaksvíkingi á ólavsøku, um tað skal eydnast at fara avstað við meistaraheitinum.

Báturin verður lyftur upp, nú FM-heitið nærum er tryggjað (Mynd: Sverri Egholm)

Báturin verður lyftur upp, nú FM-heitið nærum er tryggjað (Mynd: Sverri Egholm)

2026-07-19 18:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Vit fáa ikki tað stóru finaluna í 10-mannafarsróðrinum, sum fleiri helst høvdu ynskt sær á ólavsøku.

Tí við einum sigri á Sundalagsstevnu í gjár og sjey stigum, bleiv munurin millum Ormin Langa og Havnarbátin tvey stig. 40 stig og 38 stig.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Úrslit á Sundalagsstevnu
1. Ormurin Langi 04:32.48
2. Havnarbáturin 04:33.26
3. Klaksvíkingur 04:37.42

Tað hevur við sær, at skal Havnarbáturin vinna FM er ein sigur eitt krav á ólavsøku umframt at Klaksvíkingur skal blíva nummar tvey og Ormurin Langi harvið nummar trý.

Á tann hátt gerast Ormurin Langi og Havnarbáturin javnir í stigum, og síðan er tað soleiðis, at tann sum vinnur á ólavsøku, gerst meistari.

Støðan í FM-kappingini
1. Ormurin Langi 40 stig
2. Havnarbáturin 38 stig
3. Klaksvíkingur 30 stig

[object Object]Familja og viðhaldsfólk fegnast tá manningin kemur í land í Hósvík (Mynd: Sverri Egholm)

Men hetta er alt teoretiskt, tí at Klaksvíkingur hevur ikki víst seg frá sínari bestu síðu í ár. Allar róðrarnir í ár eru klaksvíkingar endaðir aftast og onkra stevnu eisini langt aftast.

Seinasti FM-róðurin í ár verður ólavsøkuaftan.

Sí eisini: Myndir: Kappróður á Sundalagsstevnu


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder