placeholder
Fótbóltur

Óvist um Sterling kemur aftur í enska hópin

Innbrot var í húsinum hjá landsliðsspælaranum í vikuskiftinum, og hann er farin heim at vera saman við familjuni.

Raheem Sterling í dysti móti USA. 27-ára gamli kanturin hevur skorað eitt mál í hesum HM-endaspælinum, men er í løtuni í Onglandi (Mynd: EPA)

Raheem Sterling í dysti móti USA. 27-ára gamli kanturin hevur skorað eitt mál í hesum HM-endaspælinum, men er í løtuni í Onglandi (Mynd: EPA)

2022-12-05 22:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Raheem Sterling var ikki við í gjárkvøldið, tá Ongland vann 3-0 á Senegal í HM-áttandapartsfinaluni.

Áðrenn dystin varð boðað frá, at talan var um persónligar orsøkir. Aftaná dystin greiddi Gareth Southgate bretskum miðlum frá, at talan var um eitt innbrot í heiminum hjá 27-ára gamla spælaranum, og at Sterling hevði valt at fara heim fyri at vera saman við sínari trúlovaði og sínum trimum lítlum børnum, ið kenna seg ótryggja av støðuni.

Landsliðsvenjarin gjørdi greitt, at Sterling hevði fullan stuðul í hesum, og tað komu viðleikararnir eisini inn á í teirra samrøðum. Sum nú er, er ógreitt, um Chelsea-spælarin kemur aftur - hann ivaðist nógv, tí hann vil HM og landsliðið so nógv, segði Southgate, men Sterling raðfestir familjuna. 

Talan var um tjóvar, ið høvdu vápn, men familjan var ikki heima, tá innbrotið fró fram leygarkvøldið, upplýsir løgreglan í Surrey, ið er stutt frá London. Tað var, tá tey komu heim um níggju-tíðina leygarkvøldið, at varnast var, at nógvir virðislutir vóru burtur, og at eitt innbrot var framt.

Ongland spælir fjórðingsfinalu móti Fraklandi leygarkvøldið.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder