Fótbóltur

Geza aftur bestur í Grimsby - skoraði eisini besta málið í september

Føroyski landsliðsprofilurin er av álvara vorðin profilur í Onglandi.

Tveir heiðrar til Geza Turi (Mynd: Grimsby Town Football Club)

Tveir heiðrar til Geza Turi (Mynd: Grimsby Town Football Club)

2026-10-16 16:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Besti spælari fyri august og nú eisini september. Tveir av slíkum heiðrum hava verið hetta kappingarárið hjá Grimsby - og Geza David Turi hevur vunnið teir báðar.

25-ára gamli gøtumaðurin hevði aftur frálík avrik fyri League Two-felagið, áðrenn hann fór við landsliðnum. Tá var Grimsby ósigrað.

Umframt at fjepparar felagsins hava kosið føroyingin til besta spælara fyri apríl, var heldur eingin ivi um, hvør skuldi hava "Goal of the month" hjá Grimsby.

Tað fekk nummar 15 fyri dreymahøggi móti Bristol Rovers, ið sæst niðanfyri. Síðani hevur Geza Turi eisini verið sannførandi fyri Føroyar og skorað eitt framúr mál móti Kasakstan: Eisini heilt upp í høgra málhorn.

Video: Framúrskarandi málið hjá Geza móti oddaliðnum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder