Fótbóltur

Pápin førdi Svøríki til tvey endaspøl

Nýggi føroyski landsliðsvenjarin hevur fótbóltin í blóðinum.

Håkan Ericsson við EM-steypinum (Savnsmynd: EPA)

Håkan Ericsson við EM-steypinum (Savnsmynd: EPA)

2019-12-16 15:48 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Kanska er Håkan Ericson ikki so kendur sum fótbóltsvenjari. Men hann er sonur ein venjara, sum er enn meira kendur.

Pápi hansara er Georg Ericson, eisini kallaður ”Åby” Ericson. Tað er maðurin, sum var svenskur landsliðsvenjari í sjeytiárunum, og førdi Svøríki til tvær HM-endakappingar, í Vesturtýsklandi í 1974 og í Argentina í 1978.

Í Vesturtýsklandi kom Svøríki víðari úr innleiðandi bólkinum, men megnaði ikki at koma víðari til fjórðingsfinalunum úr millumumfarinum, har Svøríki tapti móti Polandi og vertunum úr Vesturtýsklandi, sum vunnu kappingina. Svøríki vann móti Jugoslavia í miðumfarinum.

Í Argentina gekk ikki so væl. Svøríki fekk bert eitt stig í innleiðandi umfarinum, 1-1 móti Brasil, og tað var ikki nóg mikið at koma víðari.

Knýttur at vinnulívinum
Nýggi føroyski landsliðsvenjarin, Håkan Ericson er føddur nærhendis Linköping í 1960.

Hann byrjaði starvsleið sína sum fótbóltsvenjari tíðliga í áttatiárunum og vandi svensk feløg fram til 2002. Seinasta felag hann vandi var IFK Norrköping, sum pápin eisini var venjari fyri í átta ár í fimmti- og sekstiárunum.

Sonurin Håkan var bert í Norrköping tað eina kappingarárið.

Hann er útbúgvin lærari, men hevur eisini í tíðarbilum verið knýttur at vinnulívinum, har hann hevur arbeitt við organisasjón. Í nullunum var hann knýttur svenska fótbóltssambandinum, SvFF, har hann var við at byggja upp eina spildurnýggja venjaraútbúgving.

Fekk nóg mikið av fótbólti
Í 2011 gjørdist hann so venjari hjá U21-landsliðnum, sum vann EM í 2015. Í 2017 gavst hann sum venjari.

- Eg hevði fingið nóg mikið av fótbólti tá, og ynskti at koma aftur í vinnulívið.

Seinastu tvey árini hevur hann verið knýttur privatum feløgum sum nevndarlimur, men hevur eisini ferðast nógv runt og hildið fyrilestur um hvussu hann megnaði at føra unga svenska landsliðið fram móti EM-sigri.

Eftir tvey ár byrjaði áhugin at venja at koma aftur. Hann hevur, sum skilst, havt fleiri fyrispurningar, men tað var fyrispurningurin frá Føroyum, sum var tann mest áhugaverdi, og Håkan tók av beinanvegin.

Ein treyt fyri at taka av starvinum var tó, at hann framhaldandi hevði møguleika at búgva heima í Stockholm.

- Eg havi spurt bæði Erik Hamrén, íslendska landsliðsvenjaran, og Lars Lagerbäck, núverandi norska og fyrrverandi íslendska landsliðsvenjaran, sum báðir hava havt bústað heima í Svøríki meðan teir hava røkt útlendska landsliðsvenjarastarvið uttan trupulleikar, vísir Håkan Ericson á.

Sí samrøðu: Altíð havt áhuga at koma til Føroya

Myndir frá tíðindafundinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder