Í skrivandi stund er føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti ávegis til Eysturríkis, har tveir venjingardystir móti Eysturríki eru á skránni hesa vikuna. Talan eru um týðandi dystir sum liður í fyrireikingunum til EM-endaspælið, sum verður í Póllandi í desember.
Sí eisini: Skulu leggja lunnar undir gott EM-endaspæl í Eysturríki
Góður møguleiki verður at síggja dystirnar við góðari góðsku og føroyskum frásøgufólki:
Portal Play hevur ognað sær rættindini til dystirnar í Wien, sum vit vísa á stroymingartænastuni, sum longu hevur so at siga allan tann heimliga føroyska hondbóltin.
Fyrsti landsdysturin á Portal Play sæst í morgin, hósdagin 22. oktober, klokkan 17 føroyska tíð. Sjúrður Hildarson Hoydal sigur frá.
Um tú hevur hondbóltshald eru báðir dystirnir partur av hesum. Eisini ber til at einstakan dyst fyri 49 krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald