Hondbóltur

EM: Rokna við umleið 300 føroyskum fjepparum í Katowice

Tað er torført at siga endaliga talið, men tað liggur har um, og koma áskoðarar serliga úr Føroyum og Danmark umframt nøkur úr Póllandi, vísir Andrass Thomsen á.

Føroyskir fjepparar í Trier í fjør (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyskir fjepparar í Trier í fjør (Mynd: Sverri Egholm)

2026-11-26 16:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit eru ógvuliga glað fyri hetta og fyri allan stuðul vit fáa. Tað er torført at seta endaligt tal á, tí vit hava ikki sjálva atgongumerkjasøluna um hendi, men vit rokna við umleið 300 føroyskum fjepparum í Póllandi í desember.

Soleiðis greiddi Andrass Thomsen frá, tá stjórin í Hondbóltssambandi Føroya var síðsti gestur í hondbóltssendingini 7 móti 6 týsdagin.

Talið til EM í Basel og bólkaspælið í HM (Trier) lá millum 300 og 400. Væntast kann, at tað verður líknandi í Katowice í Suðurpóllandi.

[object Object]

[object Object]
Føroyskir spælarar og fjepparar í Basel í 2024 (Myndir: Sverri Egholm)

Um júst eina viku, hósdagin 3. desember, fer eitt fullfermt flogfar úr Føroyum beinleiðis til Katowice. Umborð vera spælarar, venjaratoymi, HSF-umboð, umframt fjepparar.

Andrass Thomsen upplýsir eisini, at tey vita um nógv, sum koma úr Danmark, ella umvegis Danmark. Tað búgva eisini fleiri læknalesandi í Póllandi, sum ætla sær til dystirnar.

Hoyr alla sendingina her

Portalurin og FM1 vera við á ferðini til Póllands um eina viku og fara at gera nógv burtur úr EM-endaspælinum. Fyrsta beinleiðis sendingin úr Katowice verður fríggjadagin 4. desember, og fyrsti dysturin verður leygardagin 5. desember móti Ukraina (19.30).

Føroyski EM-hópurin er í løtuni í Noreg til Golden League-fyrireikingarkappingina. Fyrri dysturin verður spældur í dag klokkan 17.15 móti norsku heims-, olympisku og evropeisku meistarunum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder