Hondbóltur

Jana Mittún: - Eg havi í øllum førum ikki hug at spæla undir donskum flaggi

- Kanska man skal ansa eftir at blanda hondbólt og politikk ov nógv saman, men vónandi finna tey eina loysn, soleiðis at vit møguliga kunnu spæla OL undir føroyska flagginum, staðfestir Ársins Ítróttanavn 2025. Politisku forfólkini hittast í dag í sambandi við IOC-málið.

Jana Mittún í dysti fyri danska felag hennara Viborg HK. Hon og hinar á føroyska landsliðnum stóðu seg so mikið væll í fyrsta HM-endaspælinum, at eitt pláss í OL-undankappingini eigur at hómast - men slíkt sleppa Føroyar ikki . Og um so er, so skal danska landsliðið vera aftanfyri, og Føroyar skulu síðani spæla undir danska flagginum (Mynd: Sverri Egholm)

Jana Mittún í dysti fyri danska felag hennara Viborg HK. Hon og hinar á føroyska landsliðnum stóðu seg so mikið væll í fyrsta HM-endaspælinum, at eitt pláss í OL-undankappingini eigur at hómast - men slíkt sleppa Føroyar ikki . Og um so er, so skal danska landsliðið vera aftanfyri, og Føroyar skulu síðani spæla undir danska flagginum (Mynd: Sverri Egholm)

2026-11-25 09:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað er sjálvandi stuttligt, at hondbóltur kann ávirka so mikið nógv - eisini politiskt. Man skal kanska ansa at blanda tingini ov nógv saman, men hinvegin havi eg sjálvandi eisini fylgt við, og støðan um so er at Danmark ikki spælir seg til OL-undanpláss og vit gera, og vit so skulu spæla undir donskum flaggi: Tað er í øllum førum nakað, sum eg ikki havi hug til, og tað vænti eg heldur ikki, at nakar her hevur.

Jú, hondbóltur og politikkur eru vorðin nakað samantvinnaði í Føroyum fyri tíðina, og tað er nakað sum ein av stóru profilunum á føroyska hondbóltslandsliðnum hjá kvinnum eisini hevur fylgt við í.

Les eisini: IOC sigur kortanei: Heldur eingi føroysk lið til OL 2028

Undan venjing hjá EM-hópinum týsdagin spurdu vit Janu Mittún, hvussu man sum spælari hevur tað við sannroyndini, at OL heldur ikki í 2028 er ein møguleiki fyri eitt føroyskt landslið, sjálvt um man útfrá seinastu úrslitunum ikki er langt frá OL-undankappingini.

- OL er jú nakað sum liggur langt vekk, tí man visti hvussu trupult tað var at koma til eitt OL. Men soleiðis var tað eisini við EM-endaspølum fyri nøkrum árum síðani, staðfestir, Ársins Ítróttanavn 2025 fyri FM1

[object Object]

[object Object]
Jana Mittún í skotroynd undir HM-dystinum móti Spania í 2025 - og eftir dystin saman við ovurfegnum liðfeløgum. Sigurin sendir Føroyar víðari í miðumfari, har stig eisini kom´i hús. Stendur man seg væl í einum slíkum, so er liðið í øllum førum nær við eitt pláss í OL-undankappingini

Hoyvíkskvinnan, sum dagliga spælir í Viborg HK, fylti 23 ár í gjár. Spælskiparin skal í næstu viku til triðja endaspælið á rað við Føroyum og hevur ein dreym um meira - og eisini eina áheitan

- Vónandi finna tey eina loysn, so vit kunnu spæla OL undir føroyska flagginum.

Hoyr alla samrøðuna her: Jana Mittún um føðingardagin, vónirnar um meira enn tríggjar EM-dystir og OL

Móti endanum av hondbóltssendingini 7 móti 6, setti Andrass Thomsen, stjóri í Hondbóltssambandinum, orð á støðuna.

- OL er tann størsta kappingin í hondbólti: Hon er fjórða hvørt ár, og hetta hava stóru heimsstjørnur javnan sett orð á. Man ivaðist eitt sindur, men nú er støðan hjá IOC greið: Føroyar fáa ikki limaskap undir verandi ríkisrættarligu støðu, og nú er tað upp til politikkarnar at taka málið víðari, sigur stjórin.

Forfólkini í politisku flokkunum hittast klokkan 11 fyri at umrøða, hvat kann og skal gerast víðari í IOC-málinum. Ætlanin hjá løgmanni er síðani at tosa við donsku stjórnina um føroyskan limaskap í olympisku nevndini skjótast gjørligt.

Les eisini:  Løgmaður hevur boðsendt forfólkini til fund mikudagin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder