Evropeiska JuniorMeistarastevnan í svimjing er í hesum døgunum í Helsinki í Finnlandi, og fleiri føroyskir svimjarar luttaka á stevnuni.
Fyrsti dagur var í gjár, og seks av føroysku svimjarunum vóru í hylinum. Úrslitini vóru hesi:
Kvinnur 50 m bringu – Rebekka Trygvadóttir - 35.75
Kvinnur 100 m frí – Alisa Vestergård - 1:02.12
Kvinnur 100 m frí – Vár E. Eidesgaard - 59.41
Menn 400 m frí – Johan N. Dam - 4:14.71
Kvinnur 400 m blandað – Rebekka Trygvadóttir - 5:28.51
Menn 200 m bringu – Rani Jacobsen - 2:34.49
Menn 200 m bringu – Rókur Trygvason - 2:25.45
Bestu avrikini áttu Rókur Trygvason og Vár E. Eidesgaard. Rókur fekk 660 FINA stig fyri sína tíð í 200 m bringu, meðan Vár fekk 659 FINA stig í 100 m frí.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald