Áðrenn 1970 var einki. Onkrir hendinga vinardystir í fótbólti og hondbólti móti næstu grannum okkara - Íslandi, Hetlandi og Orknoyum. Føroyskur ítróttur hevði ikki vunnið sær altjóða viðurkenning. Í Ítróttasambandi Føroya vóru tey so smátt farin at skipa seg í deildir, men ikki fyrr enn í 1979 verður fyrsta sersambandið undir ÍSF stovnað.
Hondbóltssamband Føroya fekk sum fyrsta ÍSF-deildarsambandið limaskap í altjóða hondbóltssamgonguni IHF í 1974.
Sersambondini í ÍSF eru nú 25. 14 hava fullan altjóða limaskap, 4 hava partvísan limaskap, og so eru 7, sum ikki hava vunnið viðurkenning og altjóða limaskap. Vit eru tí komin væl ávegis, hóast eitt nú Frælsur Ítróttur Føroya, Fimleikasamband Føroya og Róðrarsamband Føroya og onnur við teimum framvegis umboða Danmark og ikki Føroyar í altjóða kappingum.
Men tað var í veruleikanum annar felagsskapur, sum ongantíð hevur verið limur í ÍSF, sum gekk undan. Talvsamband Føroya, stovnað í februar 1970, fekk longu hálvt ár seinni limaskap í altjóða talvsambandinum, FIDE. Og sama heyst fingu Føroyar sín elddóp í altjóða kapping á talvolympiaduni í týska býnum Siegen í september 1970.
Nøkur tøl
Áðrenn vit siga søguna um, hvussu Føroyar tóku fyrstu fetini upp á Stóra Pall í altjóða kapping, kunnu vit sleppa nøkrum tølum, ið vísa, hvat komið er burturúr síðani 1970.
Tá olympiska kappingin í Usbekistan endar í ellinta og seinasta umfari sunnudagin, hava Føroyar spælt í alt 364 landsdystir í OL. Fyri kappingini í Usbekistan hava vit spælt móti 130 ymiskum londum. Nøkur nýggj koma aftrat hesaferð.
Leggja vit so aðrar dystir oman á – dystir í EM-stevnunum, í gomlu 8-landskappingunum og í smálandakappingunum – verður talið 529.
Tá eru ikki íroknaðir dystirnir, sum Føroyar høvdu í brævolympiskum kappingum frá 1946 til 1956. Tað er ein forvitnislig søga fyri seg, sum vit lata liggja á hesum sinni.
Men rokna vit frá 1970 eru høvuðstølini hesi:
Landsdystir: 529
OL-dystir: 364
Tal á mótstøðulondum: 133
Vit eru við á talvolympiadu fyri 27. ferð. Besta úrslitið fingu vit á seinastu leikunum í Budapest í 2024. Tá endaðu Føroyar nummar 52 av 188 londum.
Gøtumenn fáa eitt hugskot
Tankin um at samskipa telvingina í Føroyum í eitt meginfelag, man ivaleyst hava verið frammi av og á gjøgnum árini, sum talvfeløg vórðu stovnað. Fyrsta, sum er til skjals um hetta, er bræv, sum Gøtu Talvfelag sendir Havnar Telvingarfelag á heysti í 1963.
Brævið er sent formanni Havnar Telvingarfelags, Tórarinn Evensen, 29. september 1963. Í brævinum stendur soleiðis:
Á fundi í felag okkara 29/9 í ár kom spurningurin um at stovna eitt landstalvfelag (meginfelag) fram. Skotið varð upp, at slíkt felag kom at bera navnið Føroya Talvfelag ella annað hóskandi navn. Viðtikið varð at seta spurningin fram fyri tykkara felag og heita á tykkum um at ganga undan í málinum við stovnanini av tílíkum felag. Við vón um, at tit taka væl undir við hesum uppskoti, frætta vit fegnir aftur frá tykkum.
Við heilsan
Norðragøtu Talvfelag
Ásmundur Thomsen, formaður.
Havnar Telvingarfelag tekur av álvara málið upp á aðalfundi í februar í 1965. 20. februar fer soljóðandi skriv út til øll talvfeløg í landinum og allar bygdir, har menn regluliga koma saman at telva:
Á ársaðalfundi Havnar Telvingarfelags tann 3. februar í ár var tosað um at fáa stovnað eitt meginfelag fyri øll talvfeløg í Føroyum. Hesin tankin hevur ofta verið havdur á lofti, tá telvarar ymsastaðni úr Føroyum eru komnir saman til stevnur og kappingar, men er tíverri ikki vorðin veruleiki enn. Tað er eyðsæð, at telvingin í Føroyum kemur ikki til sín rætt, um hon fer at halda fram sum higartil, við at øll feløgini draga meira ella minni sjálvdrátt. Tað er umráðandi at fáa eitt talvsamband, ið skal fyrst og fremst skipa fyri føroyameistaraskapskapping og harumframt verja og umboða øll áhugamál hjá teim ymsu feløgunum.
Saman við hesum brævi varð eisini uppskot til felagslóg í níggju greinum, sum stigtakarnir í Havnar Telvingarfelag høvdu smíðað. Til stuttleikar verða her endurgivnar tær báðar fyrstu greinirnar í uppskotinum:
Grein 1.
Føroya Talvsamband er meginfelag fyri øll talvfeløg í Føroyum og hevur til endamáls at fremja og vekja ans fyri telving í Føroyum og sum limur í ICCF at umboða føroyskar telvarar úteftir.
Grein 2
Til at fremja hetta endamál felagsins skal verða skipað fyri:
- kapping um føroyameistaraskapin,
- kappingum millum einstaklingar og feløg eins og brævkappingum og kappingum í loysing av talvtreytum,
- luttøku í ICCF-brævtelvingum,
- útgávu av talvblaðnum "Skák og Mát", ið allir skulu halda, sum eru limir í Talvsambandinum.
Brævið og uppskotið til felagslóg varð sent feløgum og telvarum í Klaksvík, Fuglafirði, Leirvík, Gøtu, Eiði, Kollafirði, Vestmanna, Sørvági, Miðvági, Tvøroyri, Vági og Sumba. Brævið endar soleiðis:
Um nakar veit um onnur talvfeløg í Føroyum enn tey omanfyri nevndu, gerið so væl at lata okkum frætta, og vit skulu so senda teimum eintak av lógaruppskotinum eisini. Vit rokna við, at øll feløgini geva hesum dygga undirtøku, og tað er okkara vón, at tit lata skjótt hoyra frá tykkum, so skjøtil kann verða settur á Føroya Talvsamband.
Við heilsu
v. Havnar Telvingarfelag
Jákup Thomsen (formaður)
Tórarinn Evensen (skrivari)
Her er kanska vert at gáa eftir, at í uppskotinum til felagslóg, sum Jákup Thomsen, formaður í Havnar Telvingarfelag, sendir føroysku talvfeløgunum í 1965, verður einki nevnt um limaskap í altjóða talvsambandinum FIDE.
Miðað verður fyrst og fremst eftir at stovna eitt føroyskt Talvsamband. Skotið verður eisini upp at fara upp í aftur kappingarnar hjá felagsskapinum fyri altjóða brævtelving, ICCF. Føroyar fingu í 1946 limaskap í ICCA, sum tað tá kallaðist, men eftir undankappingina til hina triðju olympisku finaluna í brævtelving miðskeiðis í 50-árunum, datt brævtelvingin niðurfyri í Føroyum.
Men føroyskur FIDE-limaskapur verður ikki nevndur í 1965 í uppskotinum til felagslóg fyri eitt føroyskt Talvsamband.
Hetta samsvarar kanska við útsøgn Rubek Rubeksens í gein frá 1993 um, at Jákup Thomsen, ið gjørdist fyrsti formaður Talvsambandsins, var av fyrstan tíð ikki so heitur fyri altjóða limaskapi.
Í brævaskifti millum Francis P. Goldney, talvhugaði fyrrverandi bretski herovastin, ið búsettist í Føroyum eftir seinna heimsbardaga, og B. H. Wood, ið fekk so stóran leiklut í føroyskari talvsøgu, sæst, at Goldney gevur ilt av sær um, at formaður Talvsambandsins ikki vil vita av føroyskari luttøku í undankappingini til EM-endaspælið í 1971.
Í danska talvblaðnum í apríl 1971 sæst, at Føroyar eru komnar í bólk saman við Onglandi, Hollandi og Írlandi, men tá kappingin byrjar á heysti sama ár, eru Føroyar ikki við kortini.
Rubek til Lugano
Áheitanin í 1965 um at fáa føroyingar at ganga saman um eitt meginfelag fyri telving í Føroyum vann onkursvegna ikki frama kortini. Málið sovnaði aftur, og nøkur ár gingu, áðrenn nakað aftur hendi.
Næsti leikurin í hesum talvinum verður gjørdur í 1968. Tá fer ein felagslimur í Havnar Telvingarfelag, Rubek Rubeksen, av sínum eintingum eina ferð til Lugano har suðuri í Sveits, sum hetta heystið hýsir olympisku talvleikunum.
Í einum riti, sum Havnar Telvingarfelag læt prenta í samband við FM-einstaklingakappingina í 1993, hevur Rubek Rubeksen skrivað áhugaverda grein um tilgongdina til føroyskan FIDE-limaskap.
Í greinini nevnir Rubek nakrar lyklapersónar. Ein er John Nolsøe (1935-2016). Hann var ein av bestu telvarum í Føroyum í 60-árunum. John gekk sínar egnu leiðir. Einaferð var hann so misnøgdur við Havnar Telvingarfelag, at hann stovnaði annað felag, "Riddarin", men tað gjørdist eitt stutt ævintýr.
Ein annar er Jákup Thomsen (1940-2013). Hann var formaður í Havnar Telvingarfelag í drúgt áramál, eisini stjórnaði hann Talvsambandi Føroya sum formaður fyrstu fimm árini (1970-1975). Ein triði er Tórarinn Evensen (1907-1987). Hann eigur stóran leiklut í søgu Havnar Telvingarfelags, og var millum annað oddamaður fyri fyrstu altjóða útrásini, tá farið var at telva altjóða dystir í brævtelving móti øðrum londum í 40- og 50-árunum.
Og hin fjórði er Francis P. Goldney (1897-1987). Bretski herovastin, ið bleiv búgvandi í Føroyum eftir kríggið, av ídnastu telvarum, og gekk undan at fáa góðar fremmandar telvarar til Føroyar.
Rubek Rubeksen (1943) tykist vera hann, sum fram um aðrar strongdi á at fáa Føroyar upp í altjóða Talvsambandið FIDE og sostatt sleppa at kappast á jøvnum føti við onnur lond á altjóða stigi.
Rubek Rubeksen, sum Havnar Telvingarfelag í 2025 samtykti at gera til heiðurslim – sigur soleiðis frá í grein síni í 1993:
Eg hugsi, at mangir munnu hava mett um møguleikan fyri at fáa á stovn landsfelag; men í flestu førum man einki hava komið burturúr uttan bert tos.
Hann, sum í veruleikanum fekk meg í gongd, var John Nolsøe. Hann hugsaði mangt, sum gekk onkrum - so havi eg ikki sagt mongum - ov nær, og hann legði ikki í at dylja tað. Úrslitið var, at mangir hildu hann vera seran og torførur at hava við at gera. John og eg vóru tó samsintir í mongum, sum hevði við broytingar at gera. Hvat ið átti at verða gjørt, og hvat ið átti at vera øðrvísi. Eg helt við honum, men oftast mundi hann tosa til fánýtis, og so við og við tók hann seg meira og meira úr felagnum (Havnar Telvingarfelag), og endin var, at hann hvarv, tíverri.
Eg helt fram við "meylinum" og hevði tað á orði á fleiri aðalfundum. Fór eisini at tosa um at koma inn í altjóða telving. Eg haldi, at flestir hildu meg byggja stórar borgir í leysum lofti, og eitt, sum mangan hevur undrað meg, er, at sjálvur Jákup Thomsen var hart ímóti at royna (tá). Hetta mundi vera ógjørligt tóktist hann at halda. Sum vit vita, tók hann aðra støðu seinni, tíbetur.
Gamli vinur mín, Francis Goldney, og eg tosaðu aftur og fram um hetta mál, og hvat ið var at gera. Kanska var ikki so løgið, at flestallir hildu, at ógjørligt var at koma upp í altjóða felagsskap - í dag eru vit uppi í fleiri tílíkum felagsskøpum, so var ikki tá. Annað er, at Tórarinn Evensen segði onkuntíð, at danir høvdu altíð spent bein fyri okkum ella roynt tað.
Goldney, ið kendi Guð og hvønn mann – í hvussu er hvønn mann – og eg gjørdu í 1968 av at fara uttanlands at telva (vit fóru til Lugano í Sveis) og í sama sambandi at tosa við stjórn altjóðatalvsambandsins (FIDE) um møguleikar og treytir.
Hetta avráddu vit tveireinir, so ikki er rætt, sum onkur hevur sagt, at her heima vistu teir, hvat vit høvdust at. Veruleikin er, at hetta var gjørt í heimildarloysi! Eg helt tó, at ikki kundi skaða at tosa við teir í FIDE, og hetta átti at vera samrøða, ið ikki var bindandi fyri nakran.
Vinmaður Goldneys, Litmanowicz, blaðstjóri á pólska talvblaðnum og umboðsmaður pólska talvsambandsins, fekk í lag at eg fekk sæti á ársaðalfundi FIDE sum eygleiðari (observatørstatus). Har hitti eg fyrst danska umboðið Ole Schøller Larsen og spurdi hann, bart út, um danir fóru at seta seg ímóti føroyskum limaskapi. Tað stuttliga er, at eg var so bráður, at eg hevði gloymt at nevna meg. Tað fyrsta, hann segði, var tá eisini: "Sig mig, hvem er De?".
Hann vildi vita, hví vit ikki vildu vera við í Dansk Skak Union (DSU), tá ið teir høvdu grønlendingarnar við. Tá ið eg hevði gjørt honum greitt, at vit høvdu onga nyttu av tílíkum felagsskapi og ikki grønlendingar heldur og vit harumframt ynsktu at gerast sjálvstøðugir limir, segði hann, at hann skuldi sjálvur viðmæla, at vit fingu imaskap, tó kundi hann ikki svara beinanvegin fyri DSU uttan at hava tosað við teir fyrst.
Hesaferð vóru danir sostatt heldur hjálp enn meinbogi.
Tá eg fekk orð á forseta FIDE, ið tá var sviin Folke Rogard, vildi hann fyrst vita, um vit skuldu "speak english, deutsch oder francais". Har var látur uttan um okkum, tá ið eg helt, at lættast hjá okkum var at tala "svenska".
Har var leyst og liðugt, vit kundu gerast limir nærsagt beinanvegin (fyribils limir í fyrstu atløgu, til tað var formliga viðtikið), og vit kundu luttaka beinanvegin eisini. So fór hann at spyrja, hvussu vorðið var í Føroyum, hvussu nógvir vit vóru, hvussu nógv feløg og um talvsambandið.
Hetta segði eg honum. Eisini, at einki talvsamband var. Ja, tað var ein treyt fyri at koma uppí, segði hann og legði afturat, at tað kundi ikki taka langa tíð at stovna tílíkt talvsamband.
Fegin um góðu móttøkuna og góðu útlitini fyri endiliga at koma upp í altjóða talvsamvinnu fór eg frá honum og oman at hyggja at hølunum, har olympisku talvkappingarnar skuldu byrja dagin eftir (hetta var í Lugano í 1968).
Bilsin var eg, tá tá ið eg á einari talvu sá Isole Feroe (Lugano liggur í italskmálsliga Suður-Sveis). Skjótt frættist, at higar vóru føroyingar komnir; og teir tóku sum givið, at vit ætlaðu at taka lut (sum fyribilslimir, ið vanliga fáa serloyvi at vera við). Har kundu vit so verið við fyri fyrstu ferð, høvdu vit verið eitt sindur djarvari heimanfyri. Nú gjørdist ferðin í Siegen í 1970 okkara fyrsta luttøka.
Heimafturkomin við hesum gleðiboðum gekk ikki so illa at fáa nakað at henda herheima. Nú kom ferð á.
Okkurt man eisini vera hugsað um hesi mál á bygd. Minnist meg rætt, komu trý (!) vágafeløg til okkara og bóðu okkum standa á odda fyri royndunum at stovnseta landsfelagið. (Jóhan á Ørg, hvar fóru seyrvingar? Teir síggjast ikki í dag. Sama er við miðvingum.)
Tað, sum seinni er hent, er óneyðugt at gera nógv burturúr.
Talvsamband Føroya var stovnað, og Jákup Thomsen var tá settur í starvið sum fyrsti forseti TSF´s.
At enda vil eg einans leggja tað afturat, at himpraðist Jákup leingi áðrenn hann tók undir við hugsanini um talvsamband og altjóða luttøku okkara, hevur hann heilhugaður og við stórum dugnasemi prógvað, at í byrjanartíðini kundu vit ongan betri fingið at røkta hetta starvið. Eingin annar hevði í tann mun sum hann kunna savna feløg og einstaklingar í ta eind, sum tílíkt talvsamband eigur at vera. Har tóktist at vera ein sterkur vilji hjá honum og flestum øðrum til at samansjóða allar. Kanska er hesin felagsandin nakað lakari í dag, ella hvat?
Rubek Rubeksen ("Í framlopi") 1993
Í fundarfrágreiðing síni frá FIDE-aðalfundinum í Lugano í danska talvblaðnum í januar 1969 nevnir formaðurin í danska talvsambandinum, Ole Schøller Larsen, eisini hjáveru Rubeks:
Thorshavn Skakklub havde iøvrigt en observatør ved kongressen for at undersøge mulighederne for at Færøerne kunne blive optaget som en selvstændig nation. Dette er ikke udelukket, da de amerikanske protektorater Puerto Rico og Virgin Islands (Jomfruøerne) er medlemmer, og man derfor vil få vanskeligt ved at nægte Færøerne optagelse. Jeg meddelte formanden (Rubek Rubeksen), at vi ikke ville modsætte os Færøernes optagelse, men at vi naturligvis hellere så klubben indmeldt i DSU (Dansk Skakunion). Dette mente Rubeksen ikke var muligt.
Danskt fyrivarni
Hendan, millum reglurnar at hóma, ikki sørt ullinta støða, danir hava í spurninginum um sjálvstøðugan føroyskan limaskap, var ikki heilt nýggj. Føroyingar komu sum nevnt tíðliga uppí altjóða felagsskapin fyri brævtelving, ICCF, sum øll tey fyrstu mongu árini var óheftur av FIDE.
Hesin felagsskapur varð stovnaður í 1946, og takkað veri B. H. Wood vóru føroyingar beinanvegin bodnir uppí millumtjóða brævtelving og fingu limaskap í ICCF. At hetta ikki hóvaði øllum dønum ber brævaskiftið millum kappingarstjóran í ICCF, svian Erik Larsson, og formannin í Havnar Telvingarfelag, Tórarinn Evensen, vitnisburð um. Í brævi, 6. juni 1957, skrivar ICCF-formaðurin soleiðis:
Tack for kort 31/5. Spörsmålet angående Färöernas egen representation i ICCF har inte tagits upp av ICCF ledningen utan på sin tid (på Amsterdam mötet bl. a.) av Danmarks dåvarande delegat Mogens Christensen. Då Mogens Christensen numera är avsatt så var hans åsikt i frågan kanske inte lika med den officiella på danskt håll. Det har jo ofta kommit anmarkningar att Färöarna har eget lag. Man säger att det vara det samma som om Gotland hade eget lag. Då Färöarna lange varit en självständig medlem av ICCF skulle jag for min personliga del helst vilja se att så även blir i fortsättningen. Om ni ej är anslutna till Dansk Skakunion på något sätt ej heller i närschack så bör det vara klart att ICCF bor ha rätt att själv avgöra frågan. ICCFs grundprincip är att ingen skall hindras från deltagende i våra turneringar.
Hälsningar
Erik Larsson
Í Lugano hevði formaðurin í danska talvsambandinum Ole Schøller Larsen spurt Rubek, hví ongin danskur telvari var boðin við í kappingarnar, sum vóru í Havn í 1963 og 1967, tá Ólafsson, Wood og aðrir útlendingar luttóku. Rubek spurdi afturímóti, hví føroyskir telvarar ikki høvdu verið bodnir at telva í donskum kappingum. Árið eftir kom tann fyrsta innbjóðingin til føroyingar um at senda eitt umboð í almennu kappingina um danmarkarmeistaraheitið fyri unglingar!
Umframt føroyska umboðið í hesari kapping, sum var í Næstved á sumri í 1969, var eisini Jákup Thomsen, formaður í Havnar Telvingarfelag, við á ferðini. Hann hitti í Næstved formannin í danska talvsambandinum, og aftur mól upp spurningurin um føroyska innliman í FIDE. Jákup fekk tá varhugan av, at danir ongar ætlanir høvdu um at seta seg ímóti føroyskum limaskapi í FIDE. Jákup Thomsen hevur í talvsending í útvarpinum sagt so um prátið, hann hevði við DSU-formannin í Næstved í 1969:
…tá helt eg, teir skiltu, at skuldu vit yvirhøvur gera okkum tankar um at koma við í altjóða telving, so bar ikki til at koma sum ein partur av tí danska talvsambandinum…
Eggjaðir av teim signalum, ið samrøðan í Næstved var ábending um, og tí, sum FIDEforsetin hevði sagt Rubeki í Lugano, hildu menn, at stundin nú var komin at fara undir neyðturviligu fyrireikingarnar til at seta á stovn hitt føroyska talvsambandið.
Skjøtil verður settur
Eftir nýggjár í 1970 møttust í Havn umboð frá talvfeløgunum í Gøtu, Kollafirði, Vestmanna og Tórshavn. Á hesum fundi varð samtykt at stovna landsfelag og at boða til stovnandi aðalfundar í Tórshavn 14. februar.
Á tí fyrsta nevndarfundinum 1. mars skipaði nevndin seg við Jákupi Thomsen sum formanni, Samson Højgaard, varaformanni, Hanus Joensen, kassameistara og Hans Petersen sum skrivara. Fundurin samtykti:
- at søkja til Landsstýrið um ókeypis ferð við strandferðsluni til talvkappingar.
- at søkja um limaskap í FIDE.
- at boða frá luttøku til talvolympiaduna í Siegen, Vesturtýsklandi, sama ár.
Táverandi forsetin í FIDE, Folke Rogard, úr Svøríki, gav Føroyum loyvi til at luttaka á talvolympiaduni, men viðvíkjandi limaskapinum í FIDE vildi hann fyrst hava nágreiniligari vitan, um møguligt samband millum Talvsamband Føroya og Dansk Skakunion. Annars skuldi limaskapurin koma til viðgerðar á aðalfundinum hjá FIDE seinni á árinum.
Á FIDE-aðalfundinum í Siegen fekk Talvsamband Føroya viðurkenning sum sjálvstøðugur limur. Stóra tøkk eiga uppiborið áðurnevndi Folke Rogard og ikki minni Dansk Skak Union við ágrýtna formanni sínum Ole Schøller Larsen, at so væl gekst, stendur í gerðarbók Talvsambandsins um FIDE-aðalfundin í Siegen. Talvsamband Føroya var nú vorðin veruleiki, og fyri føroyska telving - og kanska føroyskan ítrótt sum heild - var hetta einki minni enn ein kollvelting.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald