Kappróður

Samanlagt 99 bátar rógva í dag

Her er startrøðin til allar ólavsøkuróðrarnar - byrjað verður við barnaróðri klokkan 13.30. Í flestu kappingunum er FM-spenningurin farin.

Tað verður ikki heilt so gott veður, sum til ólavsøkuna í 2019, men hóast regn eru róðrarlíkindini

Tað verður ikki heilt so gott veður, sum til ólavsøkuna í 2019, men hóast regn eru róðrarlíkindini

2023-07-28 12:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein ógvuliga siðbundin og sentralir partur av ólavsøkuni er kappróðurin seinnapartin ólavsøkuaftan.

Aftur í dag fara nógvar manningar at leggja nógv fyri í tí, sum fyri rógvararnar er tann seinasti róðurin av hesum slagnum í 2023.

Samanlagt skulu 14 róðrar avgreiðast við Eystaru Bryggju. Hetta er við barnróðrunum - har tveir innleiðandi róðrar eru hjá gentum, tí so nógvir bátar luttaka og Masters (6 mannafør við kvinnum) Í hesum róðrunum eru yvir 30 maningar samanlagt.

67 bátsmanningar eru í sonevndu FM-róðrunum, ið sum vanligt eru níggju í tali. Byrjað verður við 5 mannaførum við gentum (14-16 ár). Tær hava flaggtíð klokkan 15.35.

Her sæst startrøðin til ólavsøkuróðurin

Sìðani verður eftir ætlan róð til stutt eftir klokkan 18. Tað eru 10-mannaførini, ið enda. Talan kann gerast um ein spennandi róður millum Klaksvíking og Norðing, men við sannførandi sigrinum hjá Klaksvíkingi á Vestanstevnu 15. juli er FM- spenningurin helst farin. Nólsoyingurin og Havnarbáturin, ið ikki hava verið við, standa til at rógva við í dag - hetta kann eisini vera Masters, sum "rógva fyri seg"

Hjá teimum flestu er ein føroyameistari funnin, ella er tað íhvussu er ógvuliga nær við. Tó er spenningur ymsastaðni, og hjá 5 mannaførum við dreingjum, 14-16 ár, er talan um veruliga finalu millum Geytan úr Eysturkommuna og Sævarmoy úr Klaksvík.

Her sæst støðan í FM-samanteljingini í øllum kappinginum

Tað er nakað serstakt við at rógva, og serliga at vinna, á ólavsøku, og nógv fólk savnast vanliga til kappróðurin 28. juli. Kringvarpið stroymir barnaróðurin, og sigur sum vant frá og vísir hinar róðrarnar. 

Atgongumerki til ólavsøkuróðurin kunnu fáast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder