Fótbóltur

17-ára gamla Sanna spældi sín fyrsta A-landsdyst

Klakvíksgentan kom inn í Hvítarusslandi í gjárkvøldið. Marita á Fríðriksmørk úr ÍF/VÍK/B68 fekk eisini debut.

Sanna Svarvadal - her í nærdysti við liðskiparanum, Olgu Kristinu Hansen, til venjing undan dysinum móti Wales (Mynd: FSF)

Sanna Svarvadal - her í nærdysti við liðskiparanum, Olgu Kristinu Hansen, til venjing undan dysinum móti Wales (Mynd: FSF)

2019-09-04 07:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið taptu Føroyar 6-0 í Borisov í Hvítarusslandi í øðrum dystinum í undankappingini til EM í 2021.

Les eisini: Óneyðuga stórt tap í Hvítarussland

Støddin á sigrinum var ikki í samsvar í dystargongdina, og tað var ymiskt jaligt í spælinum hjá føroyska liðnum.

Eitt jaligt og áhugavert var, at ein 17-ára gamal leikari fekk debut. Sanna Svarvadal hevur tilsamans spælt 21 U-landsdystir fyri U17 og U19 sambært Faroe Soccer. Í 2017 kom hon inn á besta liðið hjá KÍ, og í fjør kom veruliga gjøgnumbroti.

[object Object]
Sanna við 10-talinum (Mynd: Klaksvíkar Ítrottarfelag)

Hetta kappingarárið hevur Sanna verið ein týdningarmikil partur av KÍ-liðnum, ið er á veg ímóti FM-heitinum. Tá Rakul Magnussen gav avboð til landsliðið í august vóru boð eftir Sannu. Hetta var fyrstu ferð, at miðvallarin var á landsliðnum.

[object Object]
Marita til landsliðsvenjing á Tórsvølli í seinastu viku (Mynd: Sverri Egholm)

Tað var eisini fyrstu ferð, at Marita á Fríðriksmørk av Strondum spældi við A-landsliðnum. Hon hevur áður spælt 6 U19-landsdystir. 23-ára gamli bakkurin úr ÍF/Víkingi/B68 byrjaði á vinstra bakki í gjár og spældi fyrstu 78 minuttirnar. Lítla løtu seinni, í 87. minutti, kom Sanna Svarvadal á vøllinum í Borisov, tá hon avloysti liðfelagan í KÍ, Eyðvør Klakstein. 

Sara Samson Lamhauge úr HB og Sarita Maria Mittfoss úr B36, ið eisini vóru í hópinum hesuferð, fingu debut í undankappingardystum sum 17-ára gamlar; ávíkavist í fjør og fyrraárið.

Sanna Svarvadal hevur spælt 45 dystir í fremstu kvinnudeildini og skorað 12 mál. Marita á Fríðriksmørk hevur spælt 113 dystir. Hon hevur áður umboðað EBS/Skála.

Tøl: FaroeSoccer

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder