Annað

Sarah Mahfoud gleðir seg at verja HM-heitið á heimavølli

Stórt boksikvøld verður í Brøndby Hallen 7. januar, har Sarah Mahfoud fyri fyrstu ferð skal verja sítt heiti. Tað skal hin móti Ninu Meinke úr Týsklandi, ið er evropameistari.

2021-12-16 17:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tann 1. februar í fjør basti Sarah Mahfoud argentisku Brenda Karen Carabajal i Frederiksberg Hallerne og tryggjaði sær harvið eitt IBF heimsmeistaraheiti.

Orsakað av koronustøðuni og einum avlýstum dysti í USA og einum í Danmark, hevur Sarah Mahfoud framvegis ikki vart sítt heimsmeistaraheiti. Fyrsti danin við einum IBF-heiti sleppur skjótt tað, og tað sleppur hon á heimavølli 7. januar. 

[object Object]

Tað er týski boksarin, Nina Meinke, ið skal royna at taka beltið. Hon er evropameistari og hevur ikki tapt í fýra ár. Meinke hevur vunnið tólv av 14 dystum sum yrkisboksari, og verður 

- Hon er en dugnaligur boksari. Hon er sterk, hon er evropameistar og hevur boksað so nógvar stórar dystir; flytur seg væl og er nógv á tærnum. Tað verður hørð mótsstøða, tá man ikki hevur boksað so leingi, men spennandi og tað gevur mær eyka blóð á tonnina, at eg veit, at eg veruliga skal levera til mítt besta og vera 100 prosent til reiðar til dystin. Eg havi hugt uppá hana: Hon er sterk, men hon fær ikki mítt heiti, sigur Sarah Mahfoud í tíðindaskrivi hjá Danish Fight Night.

Eftir tíggju dystir sum yrkisboksari er Mahfoud, ið er hálvur føroyingur og sum búði í Vestmanna síni fyrstu ár, ósigrað. Nú gleðist hon um at sleppa í ringin aftur, og at tað veðrur í júst Danmark, har stuðulin til hana kann geva nakað eyka. 

Tað er venjarin úr Panaka, Bernardo (Benny) Checa, sum fyrireikar Sarah Mahfoud i hesum døgum. Hann hevur vant og hjálpt heili sjey ymiskum heimsmeistarum -  tann mest kendi er Roberto Duran. 

- Hann er ógvuliga dugnaligur og royndur. Hann hevur nógv fokus á rørslu. Eg læri eina rúgvu av honum, sigur heimsmeistarin í fjørðurvekt millum annað um venjara sín

Stórt boksikvøld verður í Brøndby Hallen 7. januar, har Mahfoud - Meinke er tann heilt stóri dysturin. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder