Kappróður

Sarita, Vár og Zoe eru best í heiminum

Sarita Kristina Hansen, Vár Guriardóttir Hansen og Zoe Dickson gjørdu bart í Prag og eisini Sára Maria Johansen, sum endaði við silvurheiðursmerkjum til HM/EM seinnapartin.

Sára Maria Johansen, Zoe E. Dickson og  Vár Guriardóttir Hansen til kappingina í fjør. Higartil hava tær vunnið silvur, gull og gull í Kekkia (Mynd: rsf.fo)

Sára Maria Johansen, Zoe E. Dickson og Vár Guriardóttir Hansen til kappingina í fjør. Higartil hava tær vunnið silvur, gull og gull í Kekkia (Mynd: rsf.fo)

2024-02-23 18:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Føroysku rógvararnir hava aftur staðfest, at teir eru heimsins bestu.

Soleiðis skrivar Róðrarsamband Føroya á heimasíðu sínari seint seinnapartin, eftir at føroyskir innirógvarar hava gjørt bart á HM/EM-stevuni í Kekkia. Trý gull og eitt silvur, umframt flottar tíðir eru komnar í hús á 500-metra teininum.

Fimm føroyskar kvinnur eru til staðar í Kekkia og kappast, og skulu tær eisini kappast í morgin. Símun Tórur Joen-Jacobsen hevur róð netborið í dag

RSF: Kappingin í ár er skipað sum bæði EM og HM, og í dag hava føroysku rógvararnir kappast á 500 m.

Símun Tórur róði í bólkinum 19-20. Símun Tórur, sum hevur kappast netborðið, legði hart út við góðum starti. Hann róði seg í harðari kapping til eitt flott 9. pláss.

Zoe E. Dicksoen róði í bólkinum 21-22 lættvekt. Kappingin var hørð í startinum, men Zoe róði ein sannførandi róður og lat ongan iva vera um, at hon fór at vinna kappingina.

Vár G. Hansen róði í bólkinum 21-22. Kappingin var hørð í startinum, men Vár leyp frá kappingarneytunum og økti um frástøðuna. Vár kom fyrst um málstrikuna og setti samstundis persónligt met.

Sarita Kristina Hansen róði í lættvektsbólkinum 23-39 ár, sum er opin bólkur. Við einum góðum starti legði Sarita seg á odda longu frá byrjan og lá á odda gjøgnum allan róðurin, til hon kom fyrst á mál.

Sára Maria Johansen og Kristina Roest róðu í bólkinum 23-39 ár, sum er opin bólkur. Sára Maria og Kristina fingu báðar ein góðan start og lógu leingi frammi í oddunum. Sára Maria kom um málstrikuna sum nrunnar 2, og Kristina róði seg í harðari kapping til eitt flott 5. pláss. Báðar settu persónlig met.

[object Object]

Frálík føroysk úrslit (innirodur.rsf.fo)

Myndir úr Kekkia koma seinni - liðkpping er eisini á skránni.

Í morgin, leygardagin 24.02, kappast allar føroysku kvinnurnar í Kekkia á2000 metrar, og liðkapping verður eisini á skránni.

Heatnr.Kl. BólkurNavn
22013.06W21-22Vár Guriardóttur Hansen
22013.06LW21-22Zoe E. Dickson
22514.48LW23-39Sarita K. Hansen
22815.28W23-39Sára Maria Johansen
22815.28W23-39Kristina Roest
22915.51Mix TeamMass Movers (Vár, Sára Maria + 2)
22915.51Mix TeamNorth Atlantic Racing Organisation (Sarita + 3)

Úrslit og myndir frá kappingini kunnu síggjast á www.innirodur.rsf.fo, á Instagram vanganum Faroeserowing og á Facebook vanganum hjá Róðrarsamband Føroya.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder