Fótbóltur

Sarri og Chelsea góða byrjan

Chelsea vann trygt í Huddersfield, Tottenham fekk eisini ein sigur, meðan báðir uppflytararnir ið hava verið í eldinum taptu.

Fyrrverandi Napoli-venjarin og hansara menn í Chelsea vunnu 3-0 í fyrsta umfarið
(Mynd: EPA)

Fyrrverandi Napoli-venjarin og hansara menn í Chelsea vunnu 3-0 í fyrsta umfarið (Mynd: EPA)

2018-08-11 17:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fimm útav dagsins seks dystum í Premier League eru nú leiktir. Merkisvert er, at bert í tí eina dystinum skoraðu bæði liðini.

Tottenham legði væl út við sigri í truplum útidysti í Newcastle, har øll málini komu í 1.hálvleiki. Jan Verthongen legði Tottenham á odda eftir hornaspark í 8.minutti, Joselu javnaði fyri heimaliðið við stútara næstan beint eftir hetta , men Dele Alli legði aftur Tottenham á sigurskós í 18.minutti. Í 1.hálvleiki var Tottenham omaná, men Newcastle søkti at í 2.hálvleiki móti einum liðið, har fleiri leikarar ikki heilt eru í dystarvernjing, tí nógvir hava verið í feriu eftir HM. Tottenham helt tó fast, og fekk trý góð stig við aftur til London.   

Chelsea var í Huddersfield, og har fekk útiliðið eitt umráðandi mál til 2-0 uppá brotsspark frá nýinnkeypta Jorginho stutt fyri hálvleik. Annars hevði heimaliðið fleiri góðar støður áðrenn og aftaná leiðslumálið hjá N'Golo Kanté. Maurizio Sarri er komin við einari nýggjari leikskipan, við m.a. fýra í bakketuni mótvegis fimm ið Conte nýtti, og einum nýggjum leikhátti. Hetta eydnaðist rímiliga væl; Chelsea kom so avstað við trimum stigum, og tað var Pedro, ið sló sigurin tíggju minuttir fyri leiklok.

Fulham tapti London-grannauppgerðina á heimavølli móti Crystal Palace, og uppflytarnir úr Wales tapti í Suðuronglandi. Roberto Pereyra skoraði bæði málini fyri Watford í sigrinum á Brighton.

Tað verður áhugavert at síggja Wolverhampton-Everton, ið er seinasti dystir í dag. Wolves vann sannførandi í The Championship í fjør, og hevur styrkt hópin nógv í summar. Tað hevur Everton eisini; m.a fleiri leikarar sum eru komnir úr Barcelona skulu royna at geva liðnum úr Liverpool eitt betri kappingarár í fjør.

 
Dystirnir í dag:

Newcastle – Tottenham 1-2(1-2)
Bournemouth – Cardiff 2-0 (1-0)
Fulham – Crystal Palace 0-2 (0-1)
Huddersfield – Chelsea 0-3 (0-1)
Watford – Brighton 2-0 (1-0)

17.30: Wolves - Everton  


10/8(í gjárkvøldið):

Manchester United – Leiciester 2-1(1-0)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder